Viðgerð av persónupplýsingum í sambandi við tíðindabrævið
Fjarskiftiseftirlitið sendir kunning við telduposti til tey sum melda seg til. Kunningin inniheldur tíðindi, vegleiðingar, avgerðir og annað, sum er viðkomandi.
Fyri at Fjarskiftiseftirlitið kann senda tær kunning, er neyðugt, at Fjarskiftiseftirlitið skrásetur teldupostadressuna hjá tær. Fjarskiftiseftirlitið fer ikki at brúka teldupostadressuna til annað enn at senda tær kunning. Tá tú meldar teg til at móttaka kunning frá Fjarskiftiseftirlitinum, samtykkir tú samstundis til, at Fjarskiftiseftirlitið kann viðgera persónupplýsingar um teg.
Teldupostadressan hjá tær verður goymd hjá Brevo, sum veitir kunningarskipanina. Brevo goymir upplýsingarnar í Fraklandi, Belgia og Írlandi. Brevo er ein undirdátuviðgeri hjá Sansum, sum er dátuviðgeri hjá Fjarskiftiseftirlitinum. Teldupostadressan hjá tær verður ikki deild við onnur.
Tú kann melda teg frá við at trýsta á leinkjuna “Melda frá her” niðast í teldupostinum við kunningini ella við at venda tær til Fjarskiftiseftirlitið. Tá tú meldar teg frá verður teldupostadressan strikað. Fjarskiftiseftirlitið viðger persónupplýsingar um teg inntil tú hevur meldað teg frá.
Heimildin hjá Fjarskiftiseftirlitið at viðgera persónupplýsingar um teg í samband við kunning er samtykki sambært § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykki aftur og melda teg frá at móttaka kunning. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lóggildið av viðgerð, sum fór fram áðrenn samtykki bleiv tikið aftur.