
20.11.2024
Álvarsligir trygdarveikleikar í Apple eindum
Um tú hevur eina Mac teldu, eina iPhone ella ein iPad, er umráðandi, at tú dagførir eindina skjótast gjørligt.
Apple útgav í gjár, 19. november, trygdardagføringar, tí álvarsligir trygdarveikleikar vóru funnir í eindunum.
Tað er umráðandi at dagføra eindirnar skjótast gjørligt, tí trygdarveikleikarnir longu verða útnyttaðir av teldusníkum til at fremja netálop móti Apple eindum.
Tú kanst lesa meir um trygdarveikleikarnar á hesum leinkjum:
og