Kallitekin og MMSI nummur
Fyri at nýta frekvensir til siglingartænastuna tvs. útgerð til t.d. VHF, MF, HF, EPIRB, SART, krevst galdandi kallitekin og MMSI nummar útflyggja av Fjarskiftiseftirlitinum.
Útgerðin má einans nýtast av einum persóni, sum hevur galdandi radioprógv til útgerðina, ella undir eftirlitið av einum persóni, sum hevur galdandi radiorógv.
Fjarskiftiseftirlitið hevur um hendi umsiting av kallitekin og MMSI nummur til:
- Bátar og skip
- Flogfør
- Áhugavarparar
Umsókn um loyvi
Umsóknir um loyvi skulu sendast til Fjarskiftiseftirlitið. Møguleiki er at heinta niður oyðubløð her, og fylla tað út í sambandi við, at søkt verður um kallitekin og MMSI nummar.
Viðgerðartíðin kann væntast at verða upp til 14 dagar. Um viðgerðin av umsóknini hevur skund, kann rindast eitt ómaksgjald á 1.000 kr. fyri skjóta viðgerð.