Fótnotur til altjóða radioreglugerðina

5.53

Stovnar og fyrisitingar, sum loyva nýtslu av frekvensum undir 8,3 kHz, skulu tryggja sær, at tað ikki hendir órógv av tænastum, ið eru tillutaðar yvir 8,3 kHz.

5.54

Stovnar og fyrisitingar, sum vísindaliga granska við at brúka frekvensir undir 8,3 kHz, verða biðin um at boða øðrum stovnum og fyrisitingum frá, sum hetta kann hava

áhuga fyri, soleiðis at granskingini verður veitt alla verju møguliga móti skaðiligari órógv.

5.54A

Nýtslan av frekvensrásini 8,3 – 11,3 kHz til veðurfrøðiligt hjálparráð er avmarkað til óvirkna nýtslu. Í frekvensrásini 9-11,3 kHz kann tann veðurfrøðiliga tænastan ikki krevja verju ímóti órógvi frá teimum radionavigatiónsstøðum, ið eru tilmeldaðir ITU áðrenn 1. januar 2013. Frekvenstillutanin millum verðurfrøðiligu tænastuna og radionavigatiónstænastuna, tilmeldað ITU aftaná 1. januar 2013, eigur at byggja á seinastu frágreiðingina frá ITU-R RS.1881.

5.62

Stovnar og fyrisitingar, sum reka støðir í radionavigatiónstænastuni í bandinum 90 – 110 kHz, verða biðin um at samskipa tøkniligar og verkligar lýsingar, soleiðis at skaðilig órógv ikki kemur fyri.

5.67A

Áhugastøðir í rásini 135,7 - 137,8 kHz mugu ikki fara um eina hámarksstrálingareffekt á 1 watt (e.i.r.p), og mugu ikki órógva radionavigatiónstænastur í londum listaði í Nr. 5.67

5.73

Í bandinum 285 – 325 kHz (283,5 – 325 kHz í Región 1) kann siglingarradio-navigatiónstænastan brúkast til at senda ískoytisupplýsingar, sum hava samband við navigatión, um so er, at tað ikki elvir til skaðiligt órógv fyri radiovitar (radiobeacons) í radionavigatiónstænastuni.

5.74

Víðari tillutan: í Región 1 er bandið 285,3 – 285,7 kHz eisini í fyrsta lagi (primert) tillutað siglingarradionavigatiónstænastuni (ikki íroknað radiovitar/radiobeacons).

5.76

Frekvensurin 410 kHz er ásettur til radiopeiling í siglingarradionavigatiónstænastuni. Hinar radionavigatiónstænasturnar, sum bandið 405 – 415 kHz er avsett til, mugu ikki elva til skaðiliga órógv á radiopeiling í bandinum 406,5 – 413,5 kHz.

5.79

Nýtslan av frekvensinum 415 - 495 kHz og 505 - 526,5kHz (505 - 519 kHz í región 2) í siglingartænastuni er avmarkað til radiotelegrafi.

5.79A

Við stovnan av standardstøðum í NAVTEX-tænastum á frekvensinum 490 kHz, 518 kHz og 4209,5 kHz, verður mælt til, at fyrisitingin samskipar eyðkenni, sum kunnu setast í verk í samráð við mannagongdirnar hjá International Maritime Organizations (IMO) í Resolutión 339 (REV.WRC-07).

5.80A

Hámarkseffektin (e.i.r.p) frá støðum í áhugatænastuni, ið nýta frekvensrásina 472 -479 kHz, má ikki fara upp um 1 Watt. Fyrisitingin kann loyva einari øking innan útstrálaðu effektina (e.i.r.p) til 5 Watt í teimum pørtum av teirra øki, ið liggja longri vekk enn 800 km frá markinum til Algeria, Saudiarabia, Aserbadjan, Barain, Hvítarussland, Kina, Komoroyggjar, Djibuti, Egyptaland, Sameindu Emirríkini, Russland, Iran, Irak, Jordan, Kasakstan, Kuvait, Libanon, Libya, Marokko, Móretania, Oman, Usbekistan, Katar, Sýria, Kirgisia, Somalia, Sudan, Tunesia, Ukraina og Jemen. Í hesari frekvensrásini mugu áhugastøðir ikki órógva, ella krevja verju frá loftferðsluradionavigatiónstænastuni.

5.82

Í siglingartænastuni er frekvensrásin 490 kHz avsett til sermerkta nýtslu hjá strandarstøðum at senda navigatións- og veðurfrøðiligar ávaringar og boð av týdningi til skip við hjálp av radiotelexi. Treytirnar fyri nýtslu av frekvensinum 490 kHz eru lýstar í Art. 31 og 52. Um frekvensirnir 415 – 495 kHz verða nýttir til loftferðslu- radionavigatión, skal fyrisitingin syrgja fyri, at órógv ikki kemur fyri á frekvensinum 490 kHz. Um frekvensirnir 472 - 479 kHz skulu nýtast til áhugavarparar, skal fyrisitingin syrgja fyri, at órógv ikki kemur fyri á frekvensinum 490 kHz.

5.84

Treytirnar fyri nýtslu av frekvensinum 518 kHz í siglingartænastuni flytilig, finnast í Art. 31 og 52.

5.90

Í bandinum 1605 - 1705 kHz skal siglingartænastan flytilig støð í tænastuumráðnum í Región 1, avmarkast til tað, ið verður fevnt av jarðarbylgjuútbreiðslu við fyriliti fyri broadcastarstøðum í Región 2.

5.92

Región 1 í summum londum nýtir radiostaðavgerðarskipanir í bandinum 1506,5 -1625 kHz, 1635 - 1800 kHz, 1850 - 2160 kHz, 2194 - 2300 kHz, 2502 - 2850 kHz og 3500 - 3800 kHz, treytað av, at avtala er um hetta eftir Nr.9.21. Effektin av tí útstrálaða miðalleikanum av hesum støðum, má ikki fara upp um 50W.

5.96

Í Týsklandi, Armenia, Eysturríki, Aserbadjan, Hvítarusslandi, Danmark, Estlandi, Finnlandi, Georgia, Ungarn, Íslandi, Írlandi, Kasakstan, Lettlandi, Liktinstein, Litava, Malta, Moldova, Noregi, Usbekistan, Póllandi, Kirgisia, Slovakia, Kekkia, Bretlandi, Russlandi, Sveis, Tadsjikistan, Turkmenistan og Ukraina mugu fyrisitingarnar tilluta upp til 200 kHz til áhugavarpararadiotænastuna í bandinum 1715 - 1800 kHz og 1850 - 2000 kHz. Tó skal fyrisitingin við tillutan til áhugavarpararadiotænastuna í teirra landi, aftaná eina fyriliggjandi avtalu við londini tætt við, taka tey neyðugu stigini at tálma skaðiliga órógv frá teirra áhugavarpararadiotænastum av føstum og flytiligum tænastum í øðrum londum. Effektin av miðalleikanum frá áhugavarpararadiostøðini má ikki fara upp um 10W.

5.98

Eyka tillutan: í Angola, Armenia, Aserbadjan, Hvítarusslandi, Belgia, Kamerun,

Kongo, Danmark, Egyptalandi, Eritrea, Etiopia, Georgia, Grikkalandi, Italia, Kasakstan, Libanon, Litava, Spania, Sýrialandi, Kirgisia, Russlandi, Somalia, Tadsjikistan, Tunesia, Turkmenistan, Turkalandi og Ukraina er bandið 1810 - 1830 kHz

tillutað føstum og flytiligum tænastum, uttan flytiligum tænastum til loftferðsluna.

5.108

Burðbylgjufrekvensurin 2182 kHz er ein altjóða neyð- og uppkallifrekvensur fyri radiotelefoni. Treytirnar fyri nýtlsu av hesum frekvensi av bandinum 2173,5 - 2190,5 kHz eru at finna í Art. 31 og 52.

5.109

Frekvensirnir 2187,5 kHz, 4207,5 kHz, 6312 kHz, 8414,5 kHz, 12577 kHz og 16804,5 kHz eru altjóða neyðfrekvensir fyri Digital Selective Calling (DSC). Treytirnar fyri nýtslu av hesum frekvensum eru at finna í Art. 31.

5.110

Frekvensirnir 2174,5 kHz, 4177,5 kHz, 6268 kHz, 8376,5 kHz, 12520 kHz og 16695 kHz eru altjóða neyðfrekvensir fyri smalbandar direct-printing telegraphy. Treytirnar fyri nýtslu eru at finna í Art. 31.

5.111

Burðbylgjufrekvensirnir 2182 kHz, 3023 kHz, 5680 kHz, 8364 kHz og frekvensirnir 121,5 MHz, 156,525 MHz, 156,8 MHz og 243 MHz mugu eisini nýtast til bjargingartiltøk viðvíkjandi mannaðum rúmdarfari í tráð við galdandi mannagongdir fyri terrestriskar radiosamskiftistænastur. Treytirnar fyri at nýta frekvensirnar eru at finna í Art. 31. Tað sama er galdandi fyri frekvensirnar 10003 kHz, 14993 kHz og 19993 kHz, tó eru útstrálingarnar enn avmarkaðar til eitt band uppá +3 kHz.

5.112

Eyka tillutan: Í Danmark og Sri Lanka er bandið 2194 - 2300 kHz sum høvuðsgrundarlag tillutað føstum og flytiligum tænastum, uttanloftferðsluflytiligumtænastum.

5.114

Eyka tillutan: Í Danmark og Irak er bandið 2502 - 2625 kHz sum høvuðsgrundarlag tillutað føstum og flytiligum tænastum, uttan loftferðsluflytiligumtænastum.

5.115

Burðbylgjufrekvensirnir 3023 kHz og 5680 kHz mugu í samlagi við Art. 31 eisini nýtast flytilig í siglingartænastuni á støðum, sum fremja samskipaði bjargingartiltøk.

5.116

Fyrisitingini verður mælt til at loyva nýtslu av bandinum 3155 - 3195 kHz fyri harvið at skapa eina felags verðinsspreiðandi rás fyri lágorkutráðleys hoyritól. Fleiri rásir fyri hesi tól kunnu deilast út av fyrisitingini í bandinum millum 3155 kHz og 3400 kHz fyri at røkka lokala tørvin. Tað skal viðmerkjast, at frekvensir í umráðnum 3000 kHz til 4000 kHz eru hóskandi til hoyritól, ið eru eftirgjørd til at verða nýtt yvir stutt strekki innan fyri nærfelt.

5.117

Eyka tillutan: Í Fílabeinsstrondini, Danmark, Egyptalandi, Liberia, Sri Lanka og Togo er bandið 3155 - 3200 kHz í fyrsta lagi (primert) tillutað føstu og flytiligu tænastuni undantikið loftferðsluflytiligumtænastum.

5.127

Nýtslan av bandinum 4000 – 4063 kHz i flytiligusiglingartænastuni er avmarkað til støðir umborð á skipum, sum brúka radiotelefoni (sí Nr. 52.220 og Appendiks 17).

5.130

Treytirnar fyri at brúka burðbylgjufrekvensirnar 4125 kHz og 6215 kHz eru tilskilaðar i Art. 31 og 52 og i Appendiks 13.

5.131

Frekvensurin 4209,5 kHz verður einans nýttur av strandarstøðum til at senda veðurfrøðilig- siglingarávaringar og snaruppkall til skip gjøgnum

smalbanda- directprinting tøkni.

5.132

Frekvensirnir 4210 kHz, 6314 kHz, 8416,5 kHz, 12579 kHz, 16806,5 kHz, 19680,5 kHz, 22376 kHz og 26100,5 kHz eru altjóða frekvensir til Maritime Safety Information (MSI) (sí Appendiks 17).

5.132A

Radioavgerðarstøðin má ikki elva til skaðiliga órógv ella krevja vernd frá støðum í tí føstu ella flytiligu tænastuni. Radioavgerðarin er avmarkaður til oceangrafiskar peilivitar sambært Resolutión 612 (Rev.WRC-12).

5.134

Nýtslan av bondunum 5900 - 5950 kHz, 7300 - 7350 kHz, 9400 - 9500 kHz, 11600 - 11650 kHz, 12050 - 12100 kHz, 13570 - 13600 kHz, 13800 - 13870 kHz, 15600 - 15800 kHz, 17480 - 17550 kHz og 18900 - 19020 kHz í kringvarpstænastum er frá 1. apríl 2007 undirskipað mannagongdunum í Art. 12. Fyrisitingarligir myndugleikar verða eggjaðir til at brúka hesi bond fyri at lætta um innføringina av talgildum bylgjuskiftissendingum í samsvari við viðtøkurnar í Resolutión 517 (Rev.WRC-03).

5.136

Bandið 5900 – 5950 kHz kann nýtast av støðum í omanfyri nevndu tænastum, sum einans samskifta innan fyri mørkini í tí landi, har tær liggja, tó við teirri treyt at tær ikki elva til skaðiliga órógv á kringvarpstænastuna: Fastar tænastur (allar Regiónir), landflytiligar tænastur (Región 1), flytiligar tænastur uttan loftferðsluflytiligar tænastur (Región 2 og 3). Tá frekvensir verða brúktar til hesar tænastur, skal tað fyrisitingarliga skipast so fyri, at minst neyðug sendiorka verður brúkt, og skipast so, at atlit verður tikið til tíðaravmarkaðu nýtsluna av frekvensum í kringvarpstænastuni, sum er almannakunngjørd í Radio Regulations.

5.138

Fylgjandi frekvensbond:

6765-6795 kHz

(miðfrekvensur 6780 kHz),

433,05-434,79 MHz

(miðfrekvensur 433,92 MHz) i Región 1 uttan tey lond, ið eru nevnd í Nr. 5.280,

61-61,5 GHz

(miðfrekvensur 61,25 GHz),

122-123 GHz

(miðfrekvensur 122,5 GHz) og

244-246 GHz

(miðfrekvensur 245 GHz)

eru ætlaði til ídnaðarlig, vísindalig og medisinsk (ISM) endamál. Nýtslan av hesum frekvensbondum til ISM endamál skal vera undir eftirliti av viðkomandi

eftirlitsmyndugleika, og vera eftir avtalu við aðrar eftirlitsmyndugleikar, hvørs radiosamskifti kann vera ávirkað. Eftirlitsmyndugleikarnir skulu handfara hesa áseting í samsvari við síðstu viðkomandi ITU-R Recommendations.

5.143

Bandið 7300 – 7350 kHz er til 1. apríl 2007 í fyrsta lagi (primert) sett av til fastar

tænastur og í øðrum lagi (sekundert) til LMR tænastur, um so er, at mannagongdin er í samsvari við Resolutión 21 (Rev.WRC-95). Aftaná 1. apríl 2007 skulu frekvensirnir í hesum bandi brúkast til støðir, sum einans samskifta innanfyri mørkini í tí landi, sum tær liggja í, treytað av, at frekvensirnir ikki elva til skaðiliga órógv á kringvarpstænustuna. Tá frekvensir verða brúktar til hesar tænastur, skulu myndugleikarnir skipa so fyri, at minst møgulig sendiorka verður nýtt, og hava atlit til árstíðarbundnu nýtsluna av frekvensum í kringvarpstænastuni, sum er almannakunngjørd í samsvari við Radio Regulations.

5.143B

Í Región 1 er frekvensbandið 7350 - 7450 kHz í fyrsta lagi (primert) til 29. mars 2009, sett av til fastar tænastur og í øðrum lagi (sekundert ) til LMR-tænastur. Aftaná 29. mars 2009, treytað av, at teir ikki elva til skaðiliga órógv á kringvarpstænastuna,

kunnu frekvensirnir í bandinum 7350 - 7450 kHz brúkast av støðum í føstu- og LMR-tænastuni, sum bert samskifta innanfyri mørkini í tí landi, tær liggja í, tá útgeislaða orkan fyri hvørja støð ikki fer upp um 24 dBW.

5.145

Treytirnar fyri nýtslu av burðbylgjufrekvensunum 8291 kHz, 12290 kHz og 16420 kHz eru ásettar í Art. 31 og 52, og Appendiks 13.

5.145A

Radiostaðfestingarstøðin má ikki vera orsøk til skaðiliga órógv, ella krevja verju frá støðum í tí føstu tænastuni. Radiostaðaravgerðin er avmarkað til oceanografiskar peilivitar smb. Resolutión 612 (Rev. WRC-12)

5.147

Treytað av, at skaðilig órógv á kringvarpstænastuna ikki kemur fyri, kunnu

frekvensirnir 9775 – 9900 kHz, 11650 – 11700 kHz og 11975 – 12050 kHz brúkast til fastar tænastur, sum samskifta innanfyri mørkini í tí landi, sum tær eru í. Hvør einstøk støð skal brúka eina sendiorku, sum er í mesta lagi 24 dbW.

5.149

Við tillutan av frekvensum til støðir í øðrum tænastum enn tær sum bondini:

13360-13410 kHz,

25550-25670 kHz,

37,5-38,25 MHz,

73-74,6 MHz i Región 1 og 3,

79,75-80,25 MHz i Región 3,

150,05-153 MHz i Región 1,

322-328,6 MHz,

406,1-410 MHz,

608-614 MHz i Región 1 og 3,

1330-1400 MHz,

1610,6-1613,8 MHz,

1660-1670 MHz,

1718,8-1722,2 MHz,

2655-2690 MHz,

3260-3267 MHz,

3332-3339 MHz,

3345,8-3352,5 MHz,

4825-4835 MHz,

4950-4990 MHz,

4990-5000 MHz,

6650-6675,2 MHz,

10,6-10,68 GHz,

14,47-14,5 GHz,

22,01-22,21 GHz,

22,21-22,5 GHz,

22,81-22,86 GHz,

23,07-23,12 GHz,

31,2-31,3 GHz,

31,5-31,8 GHz i Región 1 og 3,

36,43-36,5 GHz,

42,5-43,5 GHz,

42,77-42,87 GHz,

43.07-43,17 GHz,

43,37-43,47 GHz,

48,94-49,04 GHz,

76-86 GHz,

92-94 GHz,

94,1-100 GHz,

102-109,5 GHz,

111,8-114,25 GHz,

128,33-128,59 GHz,

129,23-129,49 GHz,

130-134 GHz,

136-148,5 GHz,

151,5-158,5 GHz,

168,59-168,93 GHz,

171,11-171,45 GHz,

172,31-172,65 GHz,

173,52-173,85 GHz,

195,75-196,15 GHz,

209-226 GHz,

241-250 GHz og

252-275 GHz

eru avsett til, skulu fyrisitingarmyndugleikarnir taka øll atlit møgulig til at verja radiorúmdargranskingartænastuna móti skaðiligari órógv. Útgeislingar frá rúmdarbornum og loftbornum støðum kunnu vera sera álvarsamar keldur til órógv á radiorúmdargranskingartænastur (sí Nr. 4.5 og 4.6, og Art. 29).

5.150

Hesi bond:

13533-13567 kHz

(midterfrekvensen 13560 kHz),

26957-27283 kHz

(midterfrekvensen 27120 kHz),

40,66-40,70 MHz

(midterfrekvensen 40,68 MHz),

902-928 MHz

í Región 2 (midterfrekvensen 915 MHz),

2400-2500 MHz

(midterfrekvensen 2450 MHz),

5725-5875 MHz

(midterfrekvensen 5800 MHz) og

24-24,25 GHz

(midterfrekvensen 24,125 GHz)

eru eisini sett av til vinnulig, vísindalig og medisinsk (ISM) endamál. Radiosamskiftistænastur sum nýta hesi bond, mugu kunna tola skaðiliga órógv, sum kann

standast av brúki av hesum. ISM útbúnaður, sum verður brúktur í hesum bondum, skal lúka ásetingarnar í Nr. 15.13.

5.155B

Bandið 21870 – 21924 kHz verður brúkt til veiting av føstum tænastum, sum hava samband við loftferðslutrygd.

5.156A

Nýtslan av bandinum 23200 – 23350 kHz í føstum tænastum er til fastar tænastur, sum hava samband við loftferðslutrygd.

5.157

Nýtslan av bandinum 23350 – 24000 kHz í flytiligusiglingartænastuni er avmarkað til sínámillum radiotelegrafi.

5.161B

Eyka tillutan: Í Albania, Týsklandi, Armenia, Eysturríki, Hvítarusslandi, Belgia, Bosnia- Hersegovina, Bulgaria, Kýpros, Vatikanbýnum, Kroatia, Danmark, Spania,

Estlandi, Finnland, Fraklandi, Grikkalandi, Ungarn, Írlandi, Íslandi, Italia, Lettlandi, Makedonia, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malta, Moldova, Monako, Montenegro, Noregi, Usbekistan, Niðurlondinum, Póllandi, Portugal, Kirgisia, Slovakia, Kekkia, Rumenia, Stórabretlandi, San Marino, Slovenia, Svøríki, Sveis, Turkalandi og

Ukraina er frekvensbandið 42 - 42,5 MHz fyrst og fremt tillutað føstum og flytiligum tænastum.

5.162A

Eyka tillutan: í Týsklandi, Eysturríki, Belgia, Bosnia-Hersegovina, Kina, Vatikanbýnum, Danmark, Spania, Estlandi, Finnlandi, Fraklandi, Írlandi, Íslandi, Italia, Makedonia, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Moldova, Monako, Noregi, Niðurlondum, Póllandi, Portugal, Slovakia, Kekkia, Stórabretlandi, Russlandi, Svøríki og Sveis er bandið 46 – 48 MHz eisini sett av til radiostaðfestingarstøðir í øðrum lagi (sekundert). Henda nýtsla er avmarkað til nýtslu av vindprofilradarum í samsvari við ásetingarnar í Resolutión 217 (WRC-97).

5.164

Eyka tillutan: Í Albania, Algeria, Týsklandi, Eysturríki, Belgia, Bosnia-Hersegovina, Botsvana, Bulgaria, Fílabeinsstrondini, Danmark, Spania, Estlandi, Finnlandi, Fraklandi, Gabon, Grikkalandi, Írlandi, Ísrael, Italia, Jordan, Libanon, Libya,

Liktinstein, Litava, Luksemborg, Madagaskar, Mali, Malta, Marokko, Móretania, Monako, Montenegro, Nigeria, Noregi, Niðurlondum, Póllandi, Rumenia, Serbia, Sýria, Stórabretlandi, Slovakia, Slovenia, Svøríki, Sveis, Svasilandi, Kjad, Kekkia, Togo, Tunesia og Turkalandi er bandið 47 - 68 MHz, i Suðurafrika er bandið 47 - 50 MHz og i Letlandi er bandið 48,5 - 56,5 MHz eisini tillutað tí landflytiligu tænastuni. Støðir í landflytiligu tænastuni nevndar omanfyri, mugu ikki fremja skaðiliga órógv, ella krevja verju frá verðandi ella ætlaðum kringvarpsstøðum í øðrum londum, enn teimum, ið eru nevndar í sambandi við bondini.

5.180

Frekvensurin 75 Mhz er tillutaður marker beacons. Fyrisitingar skulu ikki tilluta støðum í øðrum tænastum frekvensir tætt at mørkunum til guard-bandið, sum orsakað av sendiorku ella landafrøðiligari knattstøðu møguliga kunnu elva til skaðiliga órógv, ella á annan hátt avmarka nýtsluna av marker beacons.

Miðast skal eftir at betra um karakteristikkin hjá loftbornum móttakarum, og at

avmarka sendiorkuna hjá sendistøðum, sum liggja nær við mørkini til 74,8 MHz og 75,2 MHz.

5.197A

Eyka tillutan: Frekvensbandið 108 - 117,975 MHz kann eisini tillutast tí flytiligu

loftferðslutænastuni (R). Tó avmarkað til skipanir, ið senda navigatiónsupplýsingar til loftferðsluna og eygleiðingarvirksemi í samsvari við góðkendar altjóða

loftferðslufyriskipanir. Nýtslan skal vera í samsvari við Resolutión 413 (WRC-07), og skal avmarkast til skipanir av jørðbaseraðum sendarum og tilhoyrandi móttakarum í loftferðslunavigatiónstænastuni, sum virka í samsvari við altjóða

loftferðslufyriskipanir.

5.200

Í bandinum 117,975 – 136 MHz er frekvensurin 121,5 MHz

loftferðsluneyðfrekvensur, og tá neyðugt er, er frekvensurin 123,1 MHz

loftferðsluhjálpifrekvensur til 121,5 MHz. Flytiligar støðir í

flytiligusiglingartænastuni kunnu samskifta á hesum frekvensum við støðir í flytiligu loftferðslutænastuni eftir teimum reglum, sum ásettar eru í Art. 31 og Appendiks 13 til neyð- og trygdarendamál.

5.208

Nýtslan av bandinum 137 – 138 MHz í flytiligu fylgisveinatænastuni skal samskipast eftir 9.11A.

5.208A

Tá frekvensir verða tillutaðir rúmdarstøðum í flytiligu fylgisveinatænastuni í

bondunum 137 – 138 MHz, 387 – 390 MHz og 400,15 – 401 MHz, skulu

fyrisitingarligu myndugleikarnir tryggja og taka øll neyðug stig til at verja radio-rúmdargranskingartænastuna í bandinum 150,05 – 153 MHz, 322 – 328,6 MHz, 406,1 – 410 MHz og 608 – 614 MHz móti skaðiligari órógv so sum óynsktum útgeislingum. Markvirðini fyri órógv, sum eru skaðilig fyri radiorúmdar- granskingartænastur,

finnast í skrá 1 i Recommendation ITU-R RA 769-1.

5.208B

Í frekvensbondunum:

137-138 MHz,

387-390 MHz,

400,15-401 MHz,

1452-1492 MHz,

1525-1610 MHz,

1613,8-1626,5 MHz,

2655-2690 MHz og

21,4-22 GHz

verður nýtt Resolutión 739 (Rev.WRC-07).

5.209

Nýtslan av bondunum 137 - 138 MHz, 148 – 150,05 MHz, 399,9 – 400,05 MHz, 400,15 - 401 MHz, 454 - 456 MHz og 459 - 460 MHz í flytiligu fylgisveinatænastuni er avmarkað til ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir.

5.211

Eyka tillutan: Í Týsklandi, Saudiarabia, Eysturríki, Barain, Belgia, Danmark,

Sameindu Emirríkunum, Spania, Finnlandi, Grikkalandi, Írlandi, Ísrael, Kenja,

Kuvait, Makedonia, Montenegro, Libanon, Liktinstein, Luksemborg, Mali, Malta, Noregi, Niðurlondum, Katar, Stórabretlandi, Serbia, Slovakia, Slovenia, Somalia, Svøríki, Sveis, Tansania, Tunesia og Turkalandi er bandið 138 - 144 MHz eisini

tillutað siglingarflytiligutænastuni og landflytiligumtænastum í fyrsta lagi.

5.218

Eyka tillutan: bandið 148 – 149,9 MHz er eisini í fyrsta lagi (primert) sett av til

rúmdartiltøk (Jørð-til-rúmd) treytað av, at avtala fyriliggur eftir Nr. 9.21.

Bandbreiddin av einstøku sendingunum skal vera í mesta lagi ± 25 kHz.

5.219

Nýtslan av bandinum 148 – 149,9 MHz í flytiligu fylgisveinatænastuni skal vera samskipað samb. Nr. 9.11A. Flytiliga fylgisveinatænastan skal ikki avmarka

menningina av føstum-, flytiligum- og rúmdartiltøkum í bandinum 148 – 149,9 MHz.

5.220

Nýtslan av bondunum 149,9 – 150,05 MHz og 399,9 – 400,05 MHz í flytiligu

fylgisveinatænastuni skal vera samskipað sambært Nr. 9.11A. Flytiliga

fylgisveinatænastan skal ikki avmarka menningina og nýtsluna av radionavigatións- fylgisveinatænastuni í bondunum 149,9 – 150,05 MHz og 399,9 – 400, 05 MHz.

5.221

Støðir í flytiligu fylgisveinatænastuni í bandinum 148 – 149,9 MHz mugu ikki elva til skaðiliga órógv á støðir, ella krevja verju frá føstum ella flytiligum tænastum, sum eru virknar sambært frekvensskránni í hesum londum: Albania, Algeria, Týsklandi,

Saudiarabia, Avstralia, Eysturríki, Barain, Bangladesj, Barbados, Hvítarusslandi,

Belgia, Benin, Bosnia-Hersegovina, Botsvana, Brunei, Bulgaria, Kamerun, Kina, Kýpros, Kongo, Korea, Fílabeinsstrondini, Kroatia, Kuba, Danmark, Egyptalandi, Sameindu Emirríkunum, Eritrea, Spania, Estlandi, Etiopia, Finnlandi, Fraklandi,

Gabon, Gana, Grikkalandi, Guinea, Guinea Bissau, Ungarn, India, Iran, Írlandi,

Íslandi, Ísrael, Italia, Jamaika, Japan, Jordan, Kasakstan, Kenja, Kuveit, Lesoto,

Lettlandi, Makedonia, Libanon, Libya, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malaisia, Mali, Malta, Móritania, Moldova, Mongolia, Mosambik, Namibia, Noregi, Nýsælandi, Oman, Uganda, Usbekistan, Pakistan, Panama, Papua Nýguinea,

Paraguay, Niðurlondum, Filipsoyggjum, Póllandi, Portugal, Katar, Sýria, Kirgisia, Slovakia, Rumenia, Stórabretlandi, Russlandi, Senegal, Sierra Leone, Singapor,

Slovenia, Sri Lanka, Suðurafrika, Svøríki, Sveis, Svasilandi, Tansania, Kjad, Tailandi, Togo, Tonga, Trinidad & Tobago, Tunesia, Turkalandi, Ukraina, Vjetnam, Jemen, Serbia og Montenegro, Sambia og Simbabvi.

5.222

Útgeislingar frá radionavigatiónsfylgisveinatænastuni í bondunum 149,9 – 150,05 MHz og 399,9 – 400,05 MHz kunnu eisini brúkast av móttakandi rúmdargranskingarstøðum á jørðini.

5.223

Havandi í huga, at nýtslan av bandinum 149,9 – 150,05 MHz í føstum og flytiligum tænastum kann elva til skaðiliga órógv á radionavigatiónsfylgisveinatænastuna, verða fyrisitingarligir myndugleikar bidnir um ikki at loyva slíkari nýtslu, tá Nr. 4.4. verður sett í verk.

5.224A

Nýtslan av bondunum 149,9 – 150,05 MHz og 399,9 – 400,05 MHz til flytiligu

fylgisveinatænastuna (Jørð-til-rúmd) er avmarkað til LMR fylgisveinatænastuna.

5.224B

Tillutan av bondunum 149,9 – 150,05 MHz og 399,9 – 400,05 MHz til radionavigatiónsfylgisveinatænastuna.

5.226

Frekvensurin 156,8 MHz er altjóða neyð- snar-, trygdar- og uppkallingarfrekvensur í flytiligu VHF radiotelefonitænastuni. Treytirnar fyri nýtsluni av hesum frekvensi og bandi 156,4875-156,5625 Mhz eru ásettar í Art. 31 og 52, eins og Appendiks 13.

Frekvensurin 156,8 MHz er altjóða neyð- snar-, trygdar- og uppkallingarfrekvensur í flytiligu siglingar- VHF radiotelefonitænastuni til Digital Selective Call (DSC). Treytin fyri nýtsluni av hesum frekvensi er ásett í Art. 31 og Appendiks 18.

Í bondunum 156 – 156,7625 MHz, 156,8375 – 157,45 MHz, 160,6 – 160,975 MHz og 161,475 – 162, 05 MHz skal hvør einstøk fyrisiting bert geva loyvi til flytiligar siglingartænastur við teimum frekvensum, ið av fyrisitingini eru tillutaðir støðum í flytiligu siglingartænastuni. (Sí Art. 31 og 52, eins og Appendiks 13.)

Øll nýtsla av frekvensum av støðum í øðrum tænastum enn tað, ið tillutað er, skal

umgangast á tí øki, har ein tílík nýtsla kann føra við sær skaðiliga órógv av

siglingartænastuni innan flytiligt VHF radiosamskifti.

Tó kunnu frekvensirnir 156,525 MHz og 156,8 MHz og tey frekevnsbond, ið í fyrsta lagi eru tillutaði flytiligu siglingartænastuni, nýtast til radiosamskifti í innara siglingarøki, treytað av, at tað verður avtalað millum áhugaði og fyrisitingina, og við fyriliti til núverandi frekvensnýtslu og fyriliggjandi avtalur.

5.228

Tann flytiliga fylgisveinatænastan (Jørð til rúmd), ið nýtir frekvensbandið 156,7625 -156,7875 MHz og 156,8125 - 156,8375 MHz, er avmarkað til langa fjarstøðumóttøku av sjálvvirkandi identifikatiónsskipanini (AIS) (Sí seinastu útgávuna av viðmæli ITU-R M.1371). AIS útvarping undantikið, má varping frá skipanum í

flytiligusiglingartænastuni í hesum frekvensbondum ikki fara upp um 1 watt.

5.228A

Frekvensbondini 161,9625 - 161,9875 MHz og 162,0125 - 162,0375 MHz mugu nýtast av loftferðslu í sambandi við leiting og bjarging og øðrum viðurskiftum viðvíkjandi trygd.

5.228B

Nýtsla av frekvensbondunum 161,9625 - 161,9875 MHz og 162,0125 - 162,0375 MHz í tí føstu og landflytiligu tænastuni mugu ikki fremja skaðiliga órógv, ella krevja verju frá flytiligu siglingartænastuni.

5.228C

Tann flytiliga siglingartænastan og nýtslan av flytiligu fylgisveinatænastuni av

frekvensbondunum 161,9625 - 161,9875 MHz og 162,0125 - 162,0375 MHz eru

avmarkaðar til tí sjálvvirkandi identifikatiónsskipanina (AIS). Tann flytiligaloftferðslutænastan (OR) kann nýta hesi frekvensbond, avmarkað til AIS sendingar frá SAR loftførðum. AIS virksemi í hesum frekvensbondum má ikki avmarka

menningina og nýtsluna av tí føstu og flytiligu tænastuni, ið hevur sítt virksemi á landi.

5.228E

Nýtslan hjá loftferðslutænastuni (OR) av tí sjálvvirkandi identifikatiónsskipanini (AIS) í frekvensbondunum 161,9625 - 161,9875 MHz og 162,0125 - 162,0375 MHz er avmarkað til loftferðsluna í sambandi við leiting, bjarging og øðrum samskifti

innan trygd.

5.228F

Nýtslan hjá tí flytiligu fylgisveinatænastuni av frekvensbondunum 161,9625 - 161,9875 MHz og 162,0125 - 162,0375 MHz er avmarkað til móttøku av

sjálvvirkandi identifikatiónsskipanini (AIS) frá støðum í tí flytiligu siglingartænastuni.

5.235

Eyka tillutan: Í Týsklandi, Eysturríki, Belgia, Danmark, Spania, Finnlandi, Fraklandi, Ísrael, Italia, Liktinstein, Malta, Monako, Noregi, Niðurlondum, Stórabretlandi, Svøríki og Sveis er bandið 174 – 223 MHz í fyrsta lagi (primert) sett av til LMR

tænastur. Tænastan skal tí ikki elva til skaðiliga órógv á kringvarpstænastur í nevndu londum.

5.254

Bondini 235 – 322 MHz og 335,4 – 399,9 MHz kunnu brúkast til flytiligu

fylgisveinatænastuna, um so er, at avtala er gjørd eftir Nr. 9.21, og við tí treyt, at henda tænasta ikki elvir til skaðiliga órógv á aðrar tænastur, sum nevndar eru í frekvensætlanini, uttan eyka tillutingar gjørdar í fótnótu Nr. 5.256A.

5.255

Bondini 312 - 315 MHz (Jørð-til-rúmd) og 387 - 390 MHz (rúmd-til-Jørð) í flytiligu fylgisveinatænastuni kunnu eisini brúkast av ikki-jarðstøðugum fylgisveinaskipanum. Henda nýtsla skal samskipast eftir Nr. 9.11A.

5.256

Frekvensurin 243 MHz Í hesum bandi er settur av til bjargingarbátastøðir og útbúnað til bjargingarendamál.

5.257

Bandið 267 – 272 MHz kann av fyrisitingarligu myndugleikunum í fyrsta lagi

(primert) brúkast til rúmdartelemetri í egnum landi, treytað av avtalu eftir Nr. 9.21.

5.258

Nýtslan av bandinum 328,6 – 335,4 MHz í loftferðsluradionavigatiónstænastuni er avmarkað til Instrumental Landing System ILS (glide path).

5.260

Havandi í huga, at bandið 399,9 – 400,5 MHz í føstum og flytiligum tænastum kann elva til skaðiliga órógv á radionavigatiónsfylgisveinatænastuna, verða fyrisitingarligir myndugleikar bidnir um ikki at loyva hesum, við at seta í verk Nr. 4.4.

5.261

Útgeislingar skulu avmarkast til eitt band uppá +/- 25 kHz rundan um vanliga frekvensin (standardfrekvensin) 400,1 MHz.

5.263

Bandið 400,15 – 401 MHz er eisini sett av til rúmdargranskingartænastuna við kósini rúmd-til-rúmd til samskiftisendamál millum mannaði rúmdarfør. Henda

samskiftistænasta verður ikki rokna sum trygdartænasta í rúmdargranskingini.

5.264

Nýtslan av bandinum 400,15 – 401 MHz í flytiligu fylgisveinatænastuni skal

samskipast eftir Nr. 9.11A. Power flux-density nevnd i anneks 1 í

Appendiks 5 er galdandi til WRC-myndugleiki hevur dagført tað.

5.266

Nýtslan av bandinum 406 – 406,1 MHz í flytiligu fylgisveinatænastuni er avmarkað til lágorku fylgisveina - E.P.I.R.B. (Emergency Position Indicating Radio Beacons) (Sí eisini Art. 31 og Appendiks 13).

5.267

Øll útgeisling, sum kann elva til skaðiliga órógv av loyvdu nýtsluni av bandinum 406 –406,1 MHz, er bannað.

5.274

Alternativ tillutan: Í Danmark, Noregi, Svøríki og Kjad eru bondini 430 – 432 MHz og 438 – 440 MHz í fyrsta lagi (primert) sett av til fastar og flytiligar tænastur

(loftferðslutænastur ikki íroknaðar).

5.279A

Nýtslan av virknum mátitólum (aktivum sensorum) til jørðeygleiðinga-fylgisveinatænastuna skal vera í samsvari við ITU-tilmæli ITU-R SA.1260-1.

Harumframt má virkna jørðeygleiðingafylgisveinatænastan ikki elva til skaðiligt órógv á loftferðsluradionavigatiónstænastuna í Kina í bandinum 432 – 438 MHz.

Ásetingarnar í hesi undirgrein minka ikki um rættindini hjá virknu jørðeygleiðinga-fylgisveinatænastuni at virka sum tænasta í øðrum lagi (sekundert) í samsvari við Nr. 5.29 og 5.30

5.282

Í bondunum 435 - 438 MHz, 1260 - 1270 MHz, 2400 - 2450 MHz, 3400 - 3410 MHz (bert í Región 2 og 3) og 5650 - 5670 MHz kunnu áhugavarparafylgisveinatænastur virka, um so er, at tað ikki elvir til skaðiliga órógv á aðrar tænastur, sum nevndar eru í Frekvensætlanini. Fyrisitingarligir myndugleikar, sum loyva hesi nýtslu, skulu tryggja, at øll skaðilig órógv íkomin av útgeislingum frá áhugavarparafylgisveina-tænastuni, verða støðgaðar beinanvegin í samsvari við ásetingarnar í Nr. 25.11. Nýtslan av bondunum 1260 - 1270 MHz og 5650 - 5670 MHz til

áhugavarparafylgisveinatænastuna verður avmarkað til kósina Jørð-til-rúmd.

5.286

Bandið 449,75 – 450,25 MHz kann brúkast til rúmdartiltakstænastuna (Jørð-til-rúmd) og til rúmdargranskingartænastuna (Jørð-til-rúmd) sambært avtalu eftir Nr. 9.21.

5.287

Í flytiligu siglingartænastuni kunnu frekvensirnir 457,525 MHz, 457,550 MHz, 457,575 MHz, 467,525 MHz, 467,550 MHz og 467,575 MHz brúkast til innanborða samskifti. Har tað er neyðugt, kann útbúnaður gjørdur til 12,5 kHz channel-spacing, sum somuleiðis eisini brúkar frekvensirnar 457,5375 MHz, 457,5625 MHz, 467,5375 MHz og 467,5625 MHz, brúkast til innanborða samskifti. Verða hesir frekvensir brúktir á landleiðini skulu fyrisitingarligu myndugleikarnir taka landafrøðiligt atlit. Sermerkini/eyðkennini av útbúnaðinum skulu vera í samsvari við

Recommendation ITU-R M.1174.

5.289

Nýtsluútbúnaður í jørðeygleiðingafylgisveinatænastuni (ikki verðurfrøðiligar

fylgisveinatænastur) kann eisini brúkast í bondunum 460 - 470 MHz og 1690 - 1710 MHz til rúmd-til-Jørð sendingar, um so er, at tað ikki elvir til skaðiliga órógv á støðir, sum virka sambært Frekvensætlanini.

5.291A

Eyka tillutan: Í Týsklandi, Eysturríki, Danmark, Estlandi, Finnlandi, Liktinstein,

Noregi, Niðurlondum, Kekkia og Sveis er bandið 470 – 494 MHz eisini sett av til

radiostøðustaðfestingartænastuna í øðrum lagi (sekundert). Henda nýtsla er avmarkað til vindprofilradarar í samsvari við Resolutión 217 (WRC-97).

5.296

Eyka tillutan: Í Albania, Týsklandi, Saudiarabia, Eysturríki, Barain, Belgia, Benin. Bosnia-Hersegovina, Burkina Faso, Kamerun, Kongo, Fílabeinsstrondini, Krotia, Danmark, Djibuti, Egyptalandi, Sameindu Emirríkunum, Spania, Estlandi, Finnlandi, Fraklandi, Gabon, Gana, Irak, Írlandi, Ísrael, Italia, Jordan, Kuvait, Letlandi,

Makedonia, Libya, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Mali, Malta, Marokko, Moldova, Monako, Nigeria, Noregi, Oman, Niðurlondum, Póllandi, Portugal, Katar, Sýria,

Slovakia, kekkia, Stórabretlandi, Sudan, Svøríki, Sveis, Svasilandi, Kjad, Togo, Tunesia og Turkalandi er bandið 470 – 790 MHz. Í Angola, Botsvana, Lesoto, Malavi, Móritius, Mosambik, Namibia, Nigeria, Suðurafrika, Tansania, Sambia og Simbabvi er bandið 470 - 698 mHz tillutað LMR tænastum í øðrum lagi (sekundert), og ætlað tænastum, sum koma undir kringvarping. Støðir í LMR-tænastuni í nevndu londum, skulu ikki elva til skaðiliga órógv á verðandi ella ætlaðar støðir í heimlandinum ella øðrum londum, sum virka sambært Frekvensætlanini.

5.306

Eyka tillutan: í Región 1, tó ikki African Broadcast Area (Sí Nr. 5.10 til 5.13), og í Región 3, er bandið 608 - 614 MHz, eisini sett av til radiorúmdargranskingar-tænastuna í øðrum lagi (sekundert).

5.312A

Í Región 1 er nýtslan hjá flytiligu tænastuni, uttan loftferðsluflytilig, av frekvensbandinum 694.790 Mhz, regulerað av Resolutión 232 (COM5/10) (WRC-12).

5.316

Eyka tillutan: Í Týsklandi, Saudiarabia, Bosnia-Hersegovina, Burkina Faso, Kamerun, Fílabeinsstrondini, Kroatia, Danmark, Egyptalandi, Finnlandi, Grikkalandi, Ísrael, Jordan, Kenya, Makedonia, Libya, Liktinstein, Mali, Monako, Noregi, Niðurlondum, Portugal, Stórabretlandi, Sýria, Svøríki, Sveis, Serbia og Montenegro er bandið 790 – 830 MHz. Og í hesum londum umframt Spania, Fraklandi, Gabon og Malta er bandið 830 – 862 MHz eisini sett av til flytiligar tænastur (loftferðsluflytilig undantikin) í fyrsta lagi (primert). Tó skulu støðir í flytiligu tænastunum í hvørjum einstøkum føri, í nevndu londum, ikki elva til skaðiliga órógv á aðrar tænastur ella støðir, sum eru í samsvari við Frekvensætlanina í hvørjum einstøkum landi, ella landanna millum. Henda tillutan er galdandi til 16. juni 2015.

5.316B

Í Región 1 verður galdandi tann 17. juni 2015, at tillutan í fyrsta lagi (primert) fer til flytiligu tænastuna, uttan til flytiligu loftferðslutænastuna, og er avmarkað av avtalu sambært Nr. 9.21 í sambandi við loftferðsluradionavigatiónstænastuna í teimum

londum nevnd í Nr. 5.312. Fyri tey lond, sum eru partur av GE06 avtaluni, er nýtslan av tí flytiligu tænastuni eisini avmarkað av væleydnaðari framførslu av teimum

mannagongdum, sum eru ein partur av hesi avtalu. Resolutión 224 (Rev.WRC-12) og Resolutión 749 (WRC-12) eru galdandi.

5.317A

Ynskir fyrisitingin at taka International Mobile Telecommunications-2000 (IMT-2000) í nýtslu, kunnu partar av bandinum 698 - 960 MHz í Región 2, og bandið 790 - 960 MHz í Región 1 og 3 nýtast, sum í fyrsta lagi er tillutað flytiligu tænastuni

(sí Resolutión 224 (Rev.WRC-12) og Resolutión 749 (WRC-12)). Hendan

tilnevningin útilokar ikki nýtsluni av hesum bondum til aðrar tænastur, sum eru

tillutaðar í hesum bondum, og hava ikki við sær framíhjárætt sambært Radio

Regulations.

5.327A

Nýtsla av skipanini í flytiligu loftferðslutænastuni (R), sum er virkin í frekvensbandinum 960 – 1164 MHz, er skerd til skipanir, sum eru virknar samsvarandi altjóða

loftferðsluáseting. Nýtslan skal vera sambært Resolutión 417 (WCR-12).

5.328

Bandið 960 – 1215 MHz er tillutað altjóða loftferðsluradionavigatiónstænastuni til brúk og menning av loftbornum elektroniskum hjálpitólum til loftferðslunavigatión og til beinleiðis attengdar støðir á landi.

5.328A

Støðir í loftferðsluradionavigatiónstænastuni í bandinum 1164 - 1215 MHz skulu

virka í samsvari við ásetingarnar í Resolutión 609 (WRC-07), og kunnu ikki krevja vernd móti órógvi frá støðum í loftferðsluradionavigatiónstænastuni í bandinum 960 – 1215 MHz. Nr. 5.43A er ikki galdandi. Ásetingarnar í Nr. 21.18 galda.

5.328B

Skipanir og kervi í radionavigatiónsfylgisveinatænastuni, sum brúka frekvensbondini 1164 - 1300 MHz, 1559 - 1610 MHz og 5010 - 5030 MHz, og sum

Radiocommunications Bureau hevur fingið fullfíggjaðar samskipanar- og

notifikatiónsupplýsingar um eftir 1. januar 2005, eru ávirkaði av nýtsluni av

mannagongdunum í Nr. 9.12, 9.12A og 9.13. Resolutión 610 (WRC-03) er eisini

galdandi. Fyri skipanir og net í radionavigatiónsfylgisveinatænastum (rúm-til-rúm) eru ásetingarnar í Resolutión 610 (WRC-03) bert galdandi fyri fylgisveinastøðina, sum sendur. Sambært Nr. 5.329A eru 9.7, 9.12, 9.12A og 9.13 bert galdandi fyri

skipanir og net í radionavigatiónsfylgisveinatænastum (rúm-tilrúm), ið nýta

frekvensbandið 1215 – 1300 MHz og 1559 – 1610 MHz, saman við øðrum skipanum og neti í radionavigatiónsfylgisveinaskipanini (rúm-til-rúm).

5.329

Nýtslan av radionavigatiónsfylgisveinatænastuni í bandinum 1215 – 1300 MHz er treytað av, at eingin skaðilig órógv stendst av hesum sambært Nr. 5.331. Sí eisini

Resolutión 606 (WRC-2000). Harumframt er treytin fyri nýtslu av bandinum 1215 – 1300 MHz til radionavigatiónsfylgisveinatænastuna, at tað ikki elvir til skaðiliga órógv á radiostøðustaðfestingartænastuna. Til radiostaðfesting verður Nr. 5.43 nýtt. Resolutión 608 (WRC-03) er galdandi.

5.329A

Nýtslan av skipanum í radionavigatiónsfylgisveinatænastuni (rúmd-til-rúmd), sum er virkin í bondunum 1215 – 1300 MHz og 1559 – 1610 MHz, er ikki ætlað til

trygdarendamál. Ongar eyka avmarkingar eru, um so er, at skipanirnar og tænasturnar halda seg til Frekvensætlanina.

5.331

Eyka tillutan: Í Algeria, Týsklandi, Saudiarabia, Avstralia, Eysturríki, Barain,

Hvítarusslandi, Belgia, Benin, Bosnia-Hersegovina, Brasil, Burkina Faso, Burundi, Kamerun, Kina, Korea, Kroatia, Danmark, Egyptalandi, Sameindu Emirríkunum,

Estlandi, Russlandi, Finnland, Fraklandi, Gana, Grikkalandi, Guinea, Ekvatorguinea, Ungarn, India, Indonesia, Iran, Irak, Írlandi, Ísrael, Jordan, Kenja, Kuvait, Lesoto, Lettlandi, Makedonia, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Madagaskar, Montenegro, Mali, Móritania, Nigeria, Noregi, Oman, Niðurlondum, Póllandi, Portugal, Katar, Serbia, Sýria, Slovakia, Stórabretlandi, Slovenia, Somalia, Sudan, Sri Lanka,

Suðurafrika, Svøríki, Sveis, Tailandi, Togo, Turkalandi, Venesuela og Vjetnam er bandið 1215 – 1300 MHz í fyrsta lagi (primert) sett av til radionavigatiónstænastuna. Í Kanada og USA er bandið eisini sett av til radionavigatiónstænastuna. Nýtslan av

radionavigatiónstænastuni skal vera avmarkað til loftferðsluradionavigatiónstænastu.

5.332

Í bandinum 1215 – 1260 MHz skulu virkin rúmdarborin tól (sensorar), sum máta ávísa ákenning í jørðeygleiðinga-, fylgisveina- og rúmdargranskingartænastuni, ikki elva til skaðiliga órógv, ella avmarka nýtsluna ella menningina av radiostøðustaðfestingar- tænastuni, radionavigatiónsfylgisveinatænastuni ella øðrum tænastum, sum hava

tillutaðan framíhjárætt.

5.335A

Í bandinum 1260 - 1300 MHz skulu virkin rúmdarborin tól (sensorar), sum máta ávísa ákenning í jørðeygleiðinga-, fylgisveina- og rúmdargranskingartænastuni ikki elva til skaðiliga órógv, ella avmarka nýtsluna ella menningina av radiostøðustaðfestingar- tænastuni, radionavigatiónsfylgisveinatænastuni ella øðrum tænastum, sum hava

tillutaðan framíhjárætt.

5.337

Nýtslan av bondunum 1300 - 1350 MHz, 2700 - 2900 MHz og 9000 - 9200 MHz í loftferðsluradionavigatiónstænastuni er avmarkað til radarar á landi og hartil hoyrandi loftbornar transpondarar, sum einans senda á frekvensunum í hesum bondum, og bert tá teir ávirkast av radarum, sum eru virknir í sama bandi.

5.337A

Nýtslan av bondunum 1300 - 1350 MHz av støðum á landi í radionavigatións-fylgisveinatænastuni og av øðrum støðum í radiostøðustaðfestingartænastuni mugu ikki elva til skaðiliga órógv á, ella avmarka nýtsluna ella menningina av, loftferðslu- radionavigatiónstænastuni.

5.338A

Í frekvensbandinum 1350 - 1400 MHz, 1427-1452 MHz, 22,55 - 23,55 GHz, 30 - 31 GHz, 31 - 31,3 GHz, 49,7 - 50,2 GHz, 50,4 - 50,9 GHz, 51,4 - 52,6 GHz, 81 - 86 GHz og 92 - 94 GHz eru ásetingarnar í Resolutión 750 (WRC-12) galdandi.

5.339

Bondini 1370 - 1400 MHz, 2640 - 2655 MHz, 4950 - 4990 MHz og 1520 - 1535 GHz eru eisini í øðrum lagi (sekundert) sett av til rúmdargranskingar- og jørðeygleiðinga- fylgisveinatænastuna (óvirknin).

5.340

Øll útgeisling er bannað í hesum bondum: 1 400 - 1 427 MHz,

1400-1427 MHz,

2690-2700 MHz

Uttan tey, ið eru nevnd í Nr. 5.422,

10,68-10,7 GHz

Uttan tey, ið eru nevnd í Nr. 5.483,

15,35-15,4 GHz

Uttan tey, ið eru nevnd í Nr. 5.511,

23,6-24 GHz,

31,3-31,5 GHz,

31,5-31,8 GHz

í Región 2,

48,94-49,04 GHz

frá luftbornum støðum,

50,2-50,4 GHz

52,6-54,25 GHz,

86-92 GHz,

100-102 GHz,

109,5-111,8 GHz,

114,25-116 GHz,

148,5-151,5 GHz,

164-167 GHz,

182-185 GHz,

190-191,8 GHz,

200-209 GHz,

226-231,5 GHz og

250-252 GHz.

5.341

Í bondunum 1400 – 1727 MHz, 101 – 120 GHz og 197 – 220 GHz verður óvirkin gransking gjørd í ávísum londum í sambandi við tiltøk ætlaði til leiting eftir

tilætlaðum útgeislingum frá jørðini.

5.345

Nýtslan av bandinum 1452 - 1492 MHz í kringvarpsfylgisveinatænastuni og í kringvarpstænastuni er avmarkað til DAB (digital audio broadcast), og skal vera í samsvari við ásetingarnar í Resolutión 528 (WARC-92).

5.351

Bondini 1525 - 1544 MHz, 1545 - 1559 MHz, 1626,5 - 1645,5 MHz og 1646,5 - 1660,5 MHz skulu ikki brúkast til feeder sambond til nakra tænastu. Í serstøkum førum kunnu fyrisitingarligir myndugleikar tó loyva, at ein støð á landi (jørðstøð) á eini fast ásettari knattstøðu í einhvørjari flytiligari fylgisveinatænastu, kann samskifta yvir rúmdarstøðir í hesum bondunum.

5.351A

Viðvíkjandi nýtsluni av bondunum 1525 - 1544 MHz, 1545 - 1559 MHz, 1610 - 1626,5 MHz, 1626,5 - 1645,5MHz, 1646,5 - 1660,5 MHz, 1980 - 2010 MHz, 2170 - 2200 MHz, 2483,5 - 2500 MHz, 2500 - 2520 MHz og 2670 - 2690 MHz í flytiligu fylgisveinatænastuni: sí Resolutión 212 (Rev.WRC-07) og 225 (Rev.WRC-07).

5.353A

Við mannagongdini í Sektión II í Art. 9 í flytiligu fylgisveinatænastuni í bondunum 1530 – 1544 MHz og 1626,5 – 1645,5 MHz skal gevast framíhjárættur (prioritet) til tørvin fyri spektrum til neyðskipanina (GMDSS). Siglingar-, flytilig-, fylgisveina-, neyð-, snar- og trygdarkall hava treytaleysan fyrimun fram um øll onnur flytilig

fylgisveinasamskifti, sum virka í einum kervi. Flytiligar fylgisveinatænastur skulu ikki elva til ótolandi órógv á neyð-, snar- ella trygdaruppkall í GMDSS. Atlit skulu takast til framíhjárættin av samskifti í trygdarhøpi í øðrum flytiligum

fylgisveinatænastum. (Ásetingarnar í Resolutión 222 (WRC-2000).

5.354

Nýtslan av bondunum 1525 - 1559 MHz og 1626,5 – 1660,5 MHz í flytiligu

fylgisveinatænastuni skal samskipast sambært Nr. 9.11A.

5.357

Sendingar, frá flogferðslustøðum á landi (jørðstøðum) í bandinum 1545 - 1555 MHz beinleiðis til loftfør ella sínámillum samskifti millum loftfør í flytiligu

loftferðslutænastuni (R), eru eisini loyvdar, tá hesar sendingar verða brúktar til at víðka um ella økja um sambandið (fylgisveinar-til-loftfar).

5.357A

Við mannagongdini í Sektión II í Art. 9 í flytiligu fylgisveinatænastuni í bondunum 1545 – 1555 MHz og 1646,5 – 1656,5 MHz skal gevast framíhjárættur til at eftirlíka tørvin til spektrum hjá flytiligu loftferðslufylgisveinatænastuni (R), sum bjóðar samskifti við framíhjárætti 1 til 6 í Art. 44. Samskifti í flytiligu loftferðslu-

fylgisveinatænastuni við framíhjárætti (prioriteti) 1 til 6 í Grein 44, skal hava

óavmarkaða atgongd, um neyðugt við at leggja hald á allar aðrar flytiligar

fylgisveina- samskiftisskipanir, sum eru virknar í einum kervi. Flytiligar

fylgisveinaskipanir skulu ikki elva til skaðiliga órógv á flytiligu loftferðslu-fylgisveinatænastuna (R) við framíhjárætti 1 til 6 í Art. 44. Atlit skulu takast til framíhjárættin (prioritetin) av samskifti í trygdarhøpi í øðrum flytiligum

fylgisveinatænastum. (Ásetingarnar í Resolutión 222 (WRC-12))

5.364

Nýtslan av bandinum 1610 - 1626,5 MHz í flytiligu fylgisveinatænastuni (Jørð-til-rúmd) og í radiostøðustaðfestingarfylgisveinatænastuni (Jørð-til-rúmd) skal

samskipast í samsvari við Nr. 9.11A. Ein flytilig støð á jørðini, sum er virkin í einum av tænastunum í hesum bandi, skal ikki elva til a peak e.i.r.p. density in excess of -15 dB(W/4 kHz) í tí partinum av bandinum, sum verður brúktur av

skipanum, sum eru virknar í samsvari við ásetingarnar í Nr. 5.366 (sí eisini Nr. 4.10), um ikki annað er avtalað millum avvarðandi fyrisitingarligu myndugleikarnar. Í tí partinum av bandinum, har hesar skipanir ikki eru virknar, skal miðal e.i.r.p. density frá eini flytiligari støð á jørðini vera í mesta lagi -3 dB(W/4 kHz). Støðir í flytiligu fylgisveinatænastuni kunnu ikki krevja verju frá støðum í loftferðsluradio-navigatiónstænastuni, sum eru virknar samsvarandi ásetingunum í Nr. 5.336 og støðum í føstum tænastum eftir ásetingunum í 5.359. Fyrisitingarligir myndugleikar, sum hava ábyrgdina av samskipanini av flytiligum fylgisveinakervum, skulu seta øll tiltøk møgulig í verk, fyri at tryggja verjuna av støðum, sum eru virknar í samsvari við ásetingarnar í Nr. 5.366.

5.365

Nýtslan av bandinum 1613,8 – 1626,5 MHz í flytiligu fylgisveinatænastuni (rúmd-til-Jørð) skal samskipast (koordinerast) sambært Nr. 9.11A.

5.366

Bandið 1610 – 1626,5 MHz er í altjóða høpi tillutað nýtslu og menning af loftbornum elektroniskum hjálpartólum til lofthválvsnavigatión og til allar tilhoyrandi hentleikar, antin á jørðini ella fylgisveinabornar. Hendan fylgisveinanýtslan er treytað av, at

avtala er gjørd eftir Nr. 9.21.

5.367

Eyka tillutan: Bondini 1610 – 1626,5 MHz eru somuleiðis í fyrsta lagi (primert)

tillutaði flytiligu loftferðslufylgisveinatænastuni (R), um so er, at avtala er gjørd eftir Nr. 9.21.

5.371

Eyka tillutan: Í Región 1 eru bondini 1610 – 1626,5 MHz (Jørð-til-rúmd) og 2483,5 – 2500 MHz (rúmd-til-Jørð) somuleiðis sett av til radiostøðustaðfestingar-fylgisveinatænastuna í øðrum lagi (sekundert), um so er, at avtala er gjørd sambært Nr. 9.21.

5.372

Skaðilig órógv skal ikki koma fyri ella elva til trupulleikar fyri støðir í radio-astronomitænastuni, tá bandið 1610,5 – 1613,8 MHz verður brúkt av støðum í radio-støðustaðfestingar-, fylgisveina- og flytiligum fylgisveinatænastum. ( Sí Nr. 29.13 ).

5.374

Flytiligar støðir á landi í flytiligu fylgisveinatænastuni, sum eru virknar í bondunum 1631,5 - 1634,5 MHz og 1656,5 - 1660 MHz, mugu ikki elva til skaðiliga órógv á støðir í føstum tænastum í teimum londum, sum nevnd eru í Nr. 5.359.

5.376A

Flytiligar støðir á landi, sum eru virknar í bandinum 1660 – 1660,5 MHz, mugu ikki elva til skaðiliga órógv á støðir í radioastronomitænastuni.

5.379A

Fyrisitingini verður mælt til at veita alla møguliga vernd í bandinum 1660,5 – 1668,4 MHz til framtíðar granskingararbeiði í radiorúmdargransking, fyrst og fremst við skjótast gjørligt at støðga og beina burtur loft-til-jørð sendingar í

veðurfrøðiligari hjálpartænastu í bandinum 1664,4 – 1668,4 MHz.

5.379B

Nýtslan av frekvensbandinum 1668 - 1675 MHz til flytiligu fylgisveinatænastuna skal samskipast (koordinerast) eftir Nr. 9.11A. Í frekvensbandinum 1668 – 1668,4 MHz er Resolutión 904 (WRC-07) galdandi.

5.379C

Fyri at verja radiorúmdargranskingartænastuna í frekvensbandinum 1668 - 1670 MHz, skal samlaða power density (pfd) frá flytiligum jørðstøðum í einum kervi í flytiligu fylgisveinatænastuni vera í mesta lagi –181 dB(W/m2) í 10 MHz og –194 dB(W/m2) í einum 20 kHz fyri allar radiorúmdargranskingarstøðir, sum eru skrásettar í The Master International Frequency Register í meira enn 2% av tíðini, mátað í tíðarbilum uppá 2000 sekund.

5.379D

Resolutión 744 (WRC-07) er galdandi fyri deilda nýtslu av frekvensbandinum 1668 -1675 MHz til flytiligu fylgisveinatænastuna og tí føstu, flytiligu og óvirknu rúmdargranskingartænastuna.

5.380A

Í bandinum 1670 - 1675 MHz skulu støðir í flytiligu fylgisveinatænastuni ikki elva til skaðiliga órógv á, ella avmarka menningina av, núverandi jørðstøðum í veðurfrøðiligu fylgisveinatænastuni, noterað áðrenn 1. januar 2004. Nýggjar jørðstøðir í tí veðurfrøðiligu tænastuni, skulu eisini verjast ímóti órógvi frá flytiligu fylgisveinatænastuni.

5.384A

Bondini, ella partar av bondunum, 1710 – 1885 MHz, 2300 - 2400 MHz og 2500 – 2690 MHz, eru í altjóða høpi ætlaði til brúk hjá myndugleikum, sum ynskja at seta í verk IMT-2000 (International Telecommunications 2000) í samsvari við Resolutión 223 (WRC-2000). Henda ætlanin útilokar ikki brúk av hesum bondum til tær tænastur, tær annars eru ætlaðar, og hevur ikki framíhjárætt (prioritet) sambært Radio Regulations.

5.385

Eyka tillutan: Bandið 1718,8 – 1722,2 MHz er eisini í øðrum lagi (sekundert) sett av til radiorúmdargranskingartænastuna til spektrallinjueygleðingar.

5.388

Bondini 1885 – 2025 MHz og 2110 – 2200 MHz eru í altjóða høpi ætlaði til nýtslu av fyrisitingarligum myndugleikum, sum ynskja at seta í verk IMT-2000 (International Mobile Telecommunications-2000). Henda nýtsla útilokar ikki brúk av hesum bondum til tær tænastur, tær annars eru ætlaðar. Bondini eiga at gerast atkomulig til IMT-2000 í samsvari við Resolutión 212 (Rev.WRC-97). (Sí eisini Resolutión 223 (WRC-2000)).

5.388A

Í Región 1 og 3 kunnu bondini 1885 - 1980 MHz, 2010 - 2025 MHz og 2110 - 2170 MHz og í Región 2 bondini 1885 - 1980 og 2110 - 2160 MHz brúkast til HAPS (High Altitude Platform Stations) sum grundarstøðir í IMT-2000 (International Mobile Telecommunications-2000), í samsvari við Resolutión 221 (rev.WRC-2003). Nýtslan av IMT-2000, sum brúkar HAPS (High Altitude Platform Stations) sum grundarstøðir, útilokar ikki nýtsluna av hesum bondum til støðir í teimum tænastum, tær annars eru ætlaðar til, og hevur ikki við sær framíhjárætt sambært Radio Regulations.

5.389A

Nýtslan av bondunum 1980 – 2010 MHz og 2170 – 2200 MHz í flytiligu fylgi-sveinatænastuni skal samskipast sambært Nr. 9.11A og ásetingunum í

Resolutión 716 (WRC-2000).

5.391

Við frekvensútlutanum í flytiligu tænastuni í frekvensbondunum 2025 - 2110 MHz og 2200 - 2290 MHz skal fyrisitingin ikki innføra high-density mobile systemir sambært ITU-R SA.1154, og skal taka nevnda viðmæli til umhugsanar við innføring av einum og hvørjum slagi av flytiligum skipanum.

5.423

Í bandinum 2700 – 2900 MHz kunnu radarar á jørðini, sum brúkast til veðurfrøðilig endamál, loyvast og brúkast eftir somu treytum, sum støðir í loftferðsluradio-navigatiónstænastuni.

5.424A

Í frekvensbandinum 2900 - 3100 MHz skulu støðir í radiostøðustaðfestingartænastuni ikki elva til skaðiliga órógv, ella krevja verju frá radarskipanum í radionavigatións-tænastuni.

5.425

Í bandinum 2900 – 3100 MHz er nýtslan av (SIT) (Ship Interrogator Transponder) avmarkað til bandið 2930 – 2950 MHz.

5.427

Í bondunum 2900 – 3100 MHz og 9300 – 9500 MHz má afturspeglingin/afturkastið frá radaratranspondarum ikki kunna mistakast fyri afturspegling/afturkasti frá radar beacons (racons), og skal ikki órógva siglingar- ella loftferðsluradarar í radio-navigatiónstænastuni. Tó við atliti til Nr. 4.9.

5.430A

Eyka tænastubólkur: Í Albania, Algeria,Týsklandi, Andorra, Saudarabia, Eysturríki, Aserbadjan, Barain, Belgia, Benin, Bosnia-Hersegovina, Botsvana, Bulgaria, Burkina Faso, Kamerun, Kongo (Rep), Kongo (Dem. Rep), Kýpros, Vatikanbýnum,

Fílabeinsstrondini, Kroatia, Danmark, Eyptalandi, Spania, Estlandi, Finnlandi, Fraklandi og teimum fronsku oyggjunum í Región 1, Gabon, Georgia, Grikkalandi, Guinea, Ungarn, Írlandi, Íslandi, Ísrael, Italia, Jordan, Kuvait, Lesoto, Letlandi,

Makedonia, Liktinstein, Litava, Malavi, Mali, Malta, Marokko, Móritania, Moldova, Monako, Mongolia, Montenegro, Mosambik, Namibia, Niger, Noregi, Oman,

Niðurlondum, Póllandi, Portugal, Katar, Sýria, Slovakia, Kekkia, Rumenia,

Stórabretlandi, San Marino, Senegal, Serbia, Sierra Leone, Slovenia, Suðurafrika, Svøríki, Sveis, teimum sveisisku londunum, Togo, Kjad, Tunesia, Turkalandi,

Ukraina, Sambia og Simbabvi er bandið 3400 - 3600 MHz í fyrsta lagi tillutað tí

flytiligu tænastuni, uttan loftferðslutænastuni, treytað av, at avtala er sambært 9.21 við aðrar fyrisitingar og eyðmerkt til IMT.

Henda tilnevning útihýsur ikki nýtsluni av hesum bandi til aðrar tænastur, sum bandið er tillutað, og viðførir ikki raðfesting eftir Radio regulations. Undir samskipan eru ásetingarnar í Nr. 9.17 og Nr. 9.18 galdandi. Áðrenn ein fyrisiting tekur eina støð (fasta ella flytiliga) í nýtslu í flytiligari tænastu í hesum bandi, skal tað tryggjast, at effekttættleikin (pfd) 3 m yvir jørðini, ikki fer upp um -154,5 dBW/(m2 · 4 kHz) í

meira enn 20% av tíðini til markið til eitt annað land. Hetta mark kann fara uppum, um avvarðandi land góðtekur hetta. Fyri at tryggja, at pfd markið á markinum til eitt annað land verður hildið, skulu útrokningarnar váttast í einum samstarvi millum báðar fyrisitingar, eitt nú við hjálp frá ”Bureauet”. Eru partarnir ikki samdir, ger ”Bureauet” útrokningarnar. Støðir í flytiligu tænastuni í bandinum 3400 - 3600 MHz kunnu ikki krevja meira verju enn hana, ið er ásett í talvuni 21-4 í Radio regulations (2004).

5.438

Nýtslan av bandinum 4200 – 4400 MHz í loftferðsluradionavigatiónstænastuni er

einans (eksklusivt) útvald til radiohæddarmátarar umborð á loftførum og tilhoyrandi transpondarum á jørðini. Tó kann, í øðrum lagi (sekundert), loyvast óvirkin ”sensing” í jørðeygleiðinga-, fylgisveina- og rúmdargranskingartænastum (eingin

verja móti radiohæddarmátarum er).

5.440

Vanliga (standard) frekvens- og tíðarsignalfylgisveinatænastan má heimila nýtsluni av frekvensinum 4202 MHz til rúmd-til-Jørð sendingar og frekvensin 6427 MHz til

Jørð-til-rúmd sendingar. Slíkar sendingar skulu avmarkast til at vera innan fyri

mørkini av ± 2 MHz frá hesum frekvensum, treytað av, at avtala er gjørd sambært Nr. 9.21.

5.441

Nýtslan av bondunum 4500 - 4800 MHz (rúmd-til-Jørð), 6725 - 7025 MHz (Jørð-til-rúmd) í føstu fylgisveinatænastuni, skal vera í samsvari við ásetingarnar í Appendiks 30B. Nýtslan av bondunum 10,7 – 10,95 GHz (rúmd-til-Jørð), 11,2 – 11,45 GHz (rúmd-til-Jørð) og 12,75 – 13,25 GHz (Jørð-til-rúmd) til jarðstøðugar fylgisveina-skipanir í føstu fylgisveinatænastuni, skal vera í samsvari við ásetingarnar í

Appendiks 30B. Nýtslan av bondunum 10,7 – 10,95 GHz (rúmd-til-Jørð), 11,2 – 11,45 GHz (rúmd-til-Jørð) og 12,75 – 13,25 GHz (Jørð-til-rúmd) til eina ikki jarðstøðuga fylgisveinatænastu í føstu fylgisveinatænastuni, er treytað av, at ásetingarnar í Nr. 9.12 um samskipan við aðrar ikki jarðstøðugar fylgisveinatænastur í føstu fylgisveinatænastuni verða hildnar. Ikki jarstøðugir fylgisveinar í føstu fylgi-sveinatænastuni kunnu ikki krevja verju frá jarðstøðugum fylgisveinum og frá jarðstøðugum fylgisveinakervum í føstu fylgisveinatænastuni, sum eru virknar eftir ásetingunum í Radio Regulations, sjálvt um aðrar reglur eru viðvíkjandi kvittanardegi fyri fullfíggjaðar samskipanar- ella notifiseringsupplýsingar fyri ikki-GSO-FSS

skipanir og av fullfíggjaðum samskipanar- ella notifiseringsupplýsingum fyri GSO kervi. Nr. 5.43A er ikki galdandi. Ikki-jarðstøðugir fylgisveinar í føstu fylgisveina-tænastuni í omanfyri nevndu bondum skulu vera virknir á sovornan hátt, at øll ikki góðkend órógv, sum mátti koma fyri, skjótast gjørligt verður burturbeind.

5.442

Í bondunum, 4825 – 4835 MHz og 4950 – 4990 MHz er tillutanin til flytiligu

tænastuna avmarkað til flytiligu tænastuna, loftferðsluflytilig undantikin. Í Región 2 (Brasilia, Kuba, Guatemala, Paraguai, Uruguai og Venesuela undantikin) og í

Avstralia er bandið 4825 - 4835 MHz eisini tillutað loftferðsluflytiligu tænastuni,

avmarkað til telemetri fyri royndarflúgving. Henda nýtsla kann fara fram eftir

Resolutión 416 (WRC-07), og má ikki órógva føstu tænastuna.

5.443AA

Í frekvensbandinum 5000 - 5030 MHz og 5091 - 5150 MHz er loftferðsluflytiliga-

fylgisveinatænastan (R) treytað av, at avtala er millum partarnar sambært Nr. 9.21. Nýtslan hjá loftferðsluflytiligu fylgisveinatænastuni er avmarkað til altjóða

standardiseraðar skipanir.

5.443B

Fyri ikki at elva til skaðiliga órógv á the microwave landing system, sum er virkið yvir 5030 MHz, skal the aggregate flux-density produced at Earth´s surface í bandinum 5030 - 5150 MHz frá rúmdarstøðum frá øllum radionavigatiónsfylgisveinaskipanum (rúmd-til-Jørð), sum er virkið í bandinum 5010 - 5150 MHz, vera í mesta lagi –124 dB(W/m²) í einum 150 kHz bandi. Fyri ikki at elva til órógv á radiorúmdargranskingartænastuna í bandinum 4990 - 5000 MHz, skulu radionavigatiónsskipanir, ið nýta frekvensbandið 5010 - 5030, yvirhalda virðið á markinum í bandinum 4990 - 5000 MHz, sum framgongur av Resolutión 741 (WRC-12).

5.443C

Loftferðsluflytiliga tænastan (R), ið nýtir frekvensbandið 5030 - 5091, er avmarkað til altjóða standardgjørdar skipanir innan loftferðslu. Til verju av RNSS downlink í

grannabandinum 5010 - 5030 MHz, skal tann óynskta útstrálingin frá loftferðslu-flytiligu tænastuni (R) í frekvensbandinum 5030 - 5091 MHz avmarkast. Til ITU-R í einum viðkomandi viðmæli hevur sett føst virðir á, átti hægstamark á e.i.r.p

tættleikanum at verið á -75 dBW/MHz, sum verður nýtt av eini stakari AM(R)S støð í frekvensbandinum 5010 – 5030 MHz.

5.443D

I frekvensbandinum 5030 - 5091 MHz er nýtslan hjá loftferðsluflytiligufylgisveina-tænastuni (R) treytað av avtalu eftir Nr. 9.21. Nýtslan hjá loftferðsluflytiligu

fylgisveinatænastuni er avmarkað til altjóða standardgjørdar skipanir.

5.444

Bandið 5030 – 5150 MHz skal brúkast til rakstur av altjóða ásettum (standard)

skipanum (microwave landing system) for precision approach and landing. Tørvurin hjá hesi skipan skal hava forrættindi fram um aðra nýtslu av hesum bandi. Fyri nýtsluna av hesum bandi eru ásetingarnar í Nr. 5.444A og Resolutión 114 (WRC-12) galdandi.

5.444A

Eyka tillutan: Bandið 5091 – 5150 MHz er eisini í fyrsta lagi (primert) sett av til føstu fylgisveinatænastuna. Hendan tillutanin er avmarkað til feeder samband í ikki-jarðstøðugum fylgisveinatænastum, og skal vera samskipað sambært ásetingunum í Nr. 5.11A.

Í bandinum 5091 – 5150 MHz galda hesar treytir:

áðrenn 1. januar 2018, skal nýtslan av bandinum 5091 - 5150 MHz til feeder sambond í ikki-jarðstøðugum fylgisveinaskipanum í flytiligu fylgisveinatænastuni vera í

samsvari við Resolutión 114 (WRC-03);

áðrenn 1. januar 2018, skal tørvurin av verðandi og ætlaðum altjóða fastsettum skipanum fyri loftferðsluradionavigatiónstænastuna, sum ikki er rúmd fyri í bandinum 5000 - 5091 MHz, hava forrættindi fram um aðra nýtslu í hesum bandi;

eftir 1. januar 2012 skal eingin tillutan koma fyri til støðir, sum veita feeder sambond til ikki-jarðstøðugar flytiligar fylgisveinaskipanir;

eftir 1. januar 2018, verður fasta fylgisveinatænastan ”minni týðandi” (sekunder) í mun til loftferðslunavigatiónstænastuna.

5.444B

Nýtslan av bandinum 5091 - 5150 MHz til loftferðsluflytiligu tænastuna er avmarkað til:

-

skipanir í loftferðsluflytiligum tænastum (R), sum eru samsvarandi altjóða

loftferðslustandardum, avmarkað til yvirflatunýtslu hjá flogvallum. Hendan nýtsla skal fara fram eftir Resolutión 748 (WRC-12).

-

loftferðslufjarmátingasendingar frá loftførum (sí Nr. 1.83), skal fara fram eftir Resolutión 418 (WRC-12).

5.446A

Støðir, ið nýta frekvensbondini 5150 - 5350 og 5470 - 5725 MHz í flytiligu tænastuni uttan loftferðsluflytiligu tænastuni, skulu vera í samsvari við Resolutión 229 (WRC-12).

5.446B

Í frekvensbandinum 5150 - 5250 MHz kunnu støðir í flytiligu tænastuni ikki krevja verju frá jarðstøðum í føstu fylgisveinatænastuni. Nr. 5.43A er ikki galdandi fyri

flytiligar tænastur til FSS-jarðstøðir.

5.446C

Eyka tillutan: Í Región 1 (Undantikið Algeria, Saudiarabia, Barain, Egyptaland, Sameindu Emirríkini, Jordan, Kuvait, Libanon, Marokko, Oman, Katar, Sýria, Sudan, Suðursudan og Tunesia) og í Brasilia, er bandið 5150 - 5250 MHz í fyrsta lagi tillutað tí loftferðsluflytiligu tænastuni, avmarkað til loftferðslufjarmátingar frá loftførum (sí Nr. 1.83), í samsvari við Resolutión 418 (WRC-07). Hesar støðir kunnu ikki krevja verju frá øðrum støðum, ið arbeiða í samsvari við Art. 5. Nr. 5.43A er ikki galdandi.

5.447A

Tillutanin til føstu fylgisveinatænastuna (Jørð-til-rúmd) er avmarkað til feeder

sambond frá ikki-jarðstøðugum fylgisveinaskipanum í flytiligu fylgisveinatænastuni, og skal samskipast sambært Nr. 9.11A.

5.447B

Eyka tillutan: Bandið 5150 - 5216 MHz er í fyrsta lagi (primert) sett av til føstu

fylgisveinatænastuna (rúmd-til-Jørð). Hendan tillutanin er avmarkað til feeder s

ambond frá ikki-jarðstøðugum fylgisveinaskipanum í flytiligu

fylgisveinatænastuni, og skal vera í samsvari við ásetingarnar í Nr. 9.11A. The power flux-density við jarðarýtuna íkomin frá rúmdarstøðum í føstu fylgisveinatænastuni, sum er virkin í kósini rúmd-til-Jørð í bandinum 5150 - 5216 MHz, skal ongantíð vera meira enn -164 dB(W/m²) á nøkrum 4 kHz bandi for all angles of arrival.

5.447C

Fyrisitingarligir myndugleikar, sum hava ábyrgd av føstum fylgisveinakervum í bandinum 5150 - 5250 MHz, sum rekast eftir ásetingunum í Nr. 5.447A og 5.447B, skulu á jøvnum føti og í samsvari við Nr. 9.11A samskipa við myndugleikar, sum hava ábyrgdina av ikki-jarðstøðugum fylgisveinatænastum, sum rekast í samsvari við Nr. 5.446, og sum eru blivin virkin áðrenn 17. november 1995. Fylgisveinakervi, sum rekast í samsvari við Nr. 5.446, og sum eru blivin virkin aftaná 17. november 1995, kunnu ikki krevja verju frá og mugu ikki elva til órógv á støðir í føstu fylgisveinatænastuni, sum verða rikin sambært Nr. 5.447A og 5.447B.

5.447D

Tillutanin av bandinum 5250 - 5255 MHz er í fyrsta lagi (primert) til rúmdargranskingartænastuna avmarkað til virkin rúmdarborin tól, sum máta ávísa ákenning. Onnur nýtsla av bandinum til rúmdargranskingartænastuna skal vera minni tíðandi

(sekunder).

5.447F

Í frekvensbandinum 5250 - 5350 MHz kunnu støðir í flytiligu tænastuni ikki krevja verju frá radiostøðustaðfestingartænastuni, jørðeygleiðingarfylgisveinatænastuni

(virkin) og rúmdargranskingartænastuni (virkin). Hesar tænastur skulu ikki áleggja flytiligu tænastunum strangari verjutiltøk, grundað á kerviseyðkenni og óljóðseyðkenni enn tey, ið ásett eru í tilmælunum hjá ITU (ITU-R M.1638 og ITU-R SA.1632).

5.448A

Nýtslan av frekvensbandinum 5250 - 5350 MHz í fylgisveinajørðeygleiðingar-

(virkin) og rúmdargranskingartænastum kann ikki krevja verju frá radiostøðu-staðfestingartænastuni. Nr. 5.43A er ikki galdandi.

5.448B

Jørðeygleiðingarfylgisveinatænastan (virkin), sum virkar í bandinum 5350 - 5570 MHz og rúmdargranskingartænastan (virkin), sum virkar í bandinum 5460 - 5570 MHz, skulu ikki elva til skaðiliga órógv á loftferðsluradionavigatiónstænastuna í bandinum 5460 - 5470 MHz og á siglingarradionavigatiónstænastuna í bandinum 5470 - 5570 MHz.

5.448C

Rúmdargranskingartænastan (virkin), sum virkar í bandinum 5350 - 5460 MHz, skal ikki elva til skaðiliga órógv á, ella krevja vernd frá øðrum tænastum, sum bandið er tillutað.

5.448D

Í frekvensbandinum 5350 - 5470 MHz skulu støðir í radiostøðustaðfestingartænastuni ikki elva til skaðiliga órógv á, ella krevja vernd frá, radarskipanum í loftferðsluradionavigatiónstænastuni, sum er virkin sambært Nr. 5.449.

5.449

Nýtslan av bandinum 5350 - 5470 MHz í loftferðsluradionavigatiónstænastuni er avmarkað til loftbornar radarar og tilhoyrandi loftborin beacons.

5.450A

Í frekvensbandinum 5470 - 5725 MHz skulu støðir í flytiligu tænastuni ikki krevja vernd frá radiostøðustaðfestingartænastuni. Radiostøðustaðfestingartænastan skal ikki áleggja flytiligu tænastuni strangari verndartiltøk, bygd á skipanareyðkenni ella á óljóðseyðkenni enn tey, ið ásett eru í ITU-R M.1638

5.450B

Í frekvensbandinum 5470 - 5650 MHz skulu støðir í radiostøðustaðfestingartænastuni, undantikið radarastøðir á landi sum brúkast til veðurfrøðilig endamál í frekvensbandinum 5600 - 5650 MHz, ikki elva til skaðiliga órógv á, ella krevja vernd frá, radarskipanum í siglingarradionavigatiónstænastuni.

5.452

Millum 5600 MHz og 5650 MHz kunnu radarar á landi, sum verða brúktir til veðurfrøðilig endamál, rekast eftir somu korum, sum støðir í siglingarradionavigatións-tænastuni.

5.457A

Í frekvensbondunum 5925 - 6425 MHz og 14 - 14,5 GHz kunnu jarðstøðir umborð á siglingarførum samskifta við rúmdarstøðir í føstu fylgisveinatænastuni. Hetta skal vera í samsvari við Resolutión 920 (WRC-03).

5.458

Í bandinum 6425 - 7075 MHz verða gjørdar óvirknar microwave sensor measurements yvir sjóøki. Í bandinum 7075 - 7250 MHz verða gjørdar óvirknar microwave sensor measurements. Fyrisitingarligir myndugleikar skulu gáa um tørvin hjá jørðeygleiðingafylgisveinatænastum fyri óvirknum framtíðarætlanum viðvíkjandi bondunum 6425 - 7025 MHz og 7075 - 7250 MHz.

5.458A

Við tillutanum í bandinum 6700 - 7075 MHz til rúmdarstøðir í føstu fylgisveinatænastuni verða fyrisitingarligir myndugleikar bidnir um at taka øll stig møgulig, fyri at verja spektrallinjueygleiðingar í radiorúmdargranskingartænastuni í bandinum 6650 - 6675,2 MHz móti skaðiligari órógv frá óynsktari útgeisling.

5.458B

Rúmd-til-Jørð tillutanin til føstu fylgisveinatænastuna í bandinum 6700 - 7075 MHz er avmarkað til feeder samband fyri ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir í flytiligu fylgisveinatænastuni, og skal samskipast sambært Nr. 9.11A. Nýtslan av bandinum 6700 - 7075 MHz (rúmd-til-Jørð) til feeder sambond fyri ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir í flytiligu fylgisveinatænastuni er ikki eftir Nr. 22.2.

5.458C

Fyrisitingarligir myndugleikar, sum í bandinum 7025 - 7075 MHz (Jørð-til-rúmd) hava uppskot viðvíkjandi jarðstøðugum fylgisveinaskipanum í føstu fylgisveina-tænastuni eftir 17. november 1995, skulu við atliti til viðkomandi ITU-R

Recommendations samráðast við teir myndugleikar, sum hava notifiserað og sett ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir upp í hesum frekvensbandi áðrenn 18. november 1995, eftir áheitan frá síðstnevndu myndugleikum. Henda samráðing skal vera fyri at fáa í lag samrakstur av bæði jarðstøðugum fylgisveinatænastum í føstu fylgisveinatænastuni og ikki-jarðstøðugum fylgisveinaskipanum í hesum bandi.

5.460

Nýtslan av bandinum 7145 - 7190 MHz í rúmdargranskingartænastuni (Jørð-til-rúmd) er avmarkað til ytru rúmdina. Ongar sendingar á bandinum 7190 - 7235 MHz skulu órógvast. Jarðstøðugir fylgisveinar í rúmdargranskingartænastuni í bandinum 7190 - 7235 MHz skulu ikki krevja vernd frá verðandi og komandi støðum í flytiligu tænastuni. Nr. 5.43A er ikki galdandi.

5.461

Eyka tillutan: Bondini 7250 - 7375 MHz (rúmd-til-Jørð) og 7900 - 8025 MHz (Jørð-til-rúmd) eru í fyrsta lagi (primert) sett av til flytiligu fylgisveinatænastuna, um so er, at avtala er gjørd eftir Nr. 9.21.

5.461A

Nýtslan av bandinum 7450 - 7550 MHz í veðurfrøðiligu fylgisveinatænastuni (rúmd-til-Jørð) er avmarkað til jarðstøðugar fylgisveinaskipanir. Ikki-jarðstøðugar veðurfrøðiligar fylgisveinatænastur í hesum bandi, sum eru notifiseraðar áðrenn 30. november 1997, kunnu halda fram í upprunaligum líki, so leingi teimum er lív lagað (so leingi teir halda).

5.461B

Nýtslan av bandinum 7750 - 7850 MHz í veðurfrøðiligu fylgisveinatænastuni (rúmd-til-Jørð) er avmarkað til ikki-jarðstøðugar fylgisveinatænastur.

5.462A

Í Región 1 og 3 (Japan undantikið) í bandinum 8025 - 8400 MHz skal jørðeygleiðingafylgisveinatænastan, sum brúkar jarðstøðugar fylgisveinar, ikki gera a power flux-density, sum fer upp um hesi fastsettu virðini fyri angles of arrival (θ), uttan at loyvi er givið av avvarðandi fyrisitingarliga myndugleika: -135 dB(W/m²) í einum 1 MHz bandi fyri 0° ≤ θ < 5°-135 + 0,5 (θ-5) dB(W/m²) í einum 1 MHz bandi fyri 5° ≤ θ < 25°-125 dB(W/m²) í einum 1 MHz bandi fyri 25° ≤ θ ≤ 90°

5.463

Støðir umborð á loftførum mugu ikki senda í bandinum 8025 - 8400 MHz.

5.465

Í rúmdargranskingartænastuni er nýtslan av bandinum 8400 - 8450 MHz avmarkað til ytru rúmdina.

5.470

Nýtslan av bandinum 8750 - 8850 MHz í loftferðsluradionavigatiónstænastuni er avmarkað til loftborin Doppler navigatiónshjálpitól við miðfrekvensinum 8800 MHz.

5.472

Í bondunum 8850 – 9000 MHz og 9200 – 9225 MHz er siglingarradionavigatións-tænastan avmarkað til radarar á landi (úti við strendurnar).

5.474

Í bandinum 9200 - 9500 MHz kunnu brúkast bjargingartranspondarar (SART). Atlit skal takast til røttu ITU-R Recommendation (Sí eisini Art. 31).

5.475

Nýtslan av bandinum 9300 - 9500 MHz í loftferðsluradionavigatiónstænastuni er avmarkað til loftbornar veðurradarar og radarar á jørðini. Harumframt verða loyvdir radar beacons á jørðini í loftferðsluradionavigatiónstænastuni í bandinum 9300 - 9320 MHz við tí treyt, at ikki verður elvt til skaðiliga órógv á siglingarnavigatiónstænastuna. Í bandinum 9300 - 9500 MHz hava radarar á jørðini, sum brúkast til veðurfrøðilig endamál, framíhjárætt fram um onnur radiostøðustaðfestingartól.

5.475A

Nýtslan av bandinum 9300 - 9500 MHz til jørðeygleiðingafylgisveinatænastu (virkin) og til rúmdargranskingartænastu (virkin) er avmarkað til skipanir, ið krevja meira enn 300 MHz neyðuga breiðbreidd, sum ikki kann vera í bandinum 9500 - 9800 MHz.

5.476A

Í bandinum 9300 - 9800 MHz skulu støðir í jørðeygleiðingafylgisveinatænastuni (virkin) og rúmdargranskingartænastuni (virkin) ikki krevja verju frá, ella elva til skaðiliga órógv á, støðir í radionavigatións- og radiostøðustaðfestingartænastum.

5.478A

Nýtslan av bandinum 9800 - 9900 MHz til jørðeygleiðingafylgisveinatænastu (virkin) og til rúmdargranskingartænastu (virkin) er avmarkað til skipanir, ið krevja meira enn 500 MHz neyðuga breiðbreidd, sum ikki kann vera í bandinum 9300 - 9800 MHz.

5.478B

Í bandinum 9800 - 9900 MHz skulu støðir í jørðeygleiðingafylgisveinatænastuni (virkin) og rúmdargranskingartænastuni (virkin) ikki krevja verju frá, ella elva til órógv á, støðir ið fyrst og fremst arbeiða í føstu tænastuni, sum bandið í øðrum lagi (sekundert) er tillutað.

5.479

Bandið 9975 - 10025 MHz er eisini í øðrum lagi (sekundert) sett av til veðurfrøðiligu fylgisveinatænastuna til nýtslu av veðurradarum.

5.482

Bandið 10,6 – 10,68 GHz er í føstum og flytiligum tænastum, loftferðsluflytilig undantikin, avmarkað soleiðis, at orkan veitt antennuni skal vera í mesta lagi - 3 dBW. Farast kann út um hesi mørk, um so er, at avtala er gjørd sambært Nr. 9.21.

I Saudirabia, Algeria, Armenia, Aserbadjan, Barain, Bangladesj, Egyptalandi, Hvítarusslandi, Sameindu Emirríkunum, Georgia, India, Indonesia, Iran, Irak, Jordan, Kasakstan, Kirgisia, Kuvait, Libanon, Libia, Marokko, Móritania, Moldova, Niger, Pakistan, Filipsoyggjunum, Oman, Katar, Singapor, Sýria, Tadsjikistan, Tunesia, Usbekistan, Vjetnam og Turkmenistan eru avmarkingarnar fyri føstu og flytiligu tænasturnar, loftferðsluflytilig undantikin, ikki galdandi.

5.482A

Við deiling av bandinum10,6 - 10,68 GHz ímillum jørðeygleiðingafylgisveinatænastur (óvirknar) og føstu og flytiligu tænastuna, loftferðsluflytilig undantikin, galda ásetingarnar í Resolutión 751 (WRC-07).

5.484

Í Región 1 er nýtslan av bandinum 10,7 – 11,7 GHz í føstu fylgisveinatænastuni (Jørð-til-rúmd) avmarkað til feeder sambond til kringvarpsfylgisveinatænastuna.

5.484A

Nýtslan av bondunum 10,95 – 11,2 GHz (rúmd-til-Jørð), 11,45 – 11,7 GHz (rúmd-til-Jørð), 11,7 – 12,2 GHz (rúmd-til-Jørð) í Región 2, 12,2 – 12,75 GHz (rúmd-til-Jørð) í Región 3, 12,5 – 12,75 GHz (rúmd-til-Jørð) í Región 1, 13,75 – 14,5 GHz (Jørð-til-rúmd), 17,8 – 18,6 GHz (rúmd-til Jørð), 19,7 – 20,2 GHz (rúmd-til-Jørð), 27,5 – 28,6 GHz (Jørð-til-rúmd), 29,5 - 30 GHz (Jørð-til-rúmd) í ikki-jarðstøðugum fylgisveinaskipanum í føstu fylgisveinatænastuni skal fara fram eftir avgerð Nr. 9.12 viðvíkjandi samskipan við aðrar ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir í føstu fylgisveinatænastuni. Ikki-jarðstøðugar fylgisveinatænastur í føstu fylgisveinatænastuni kunnu ikki krevja verju frá jarðstøðugum fylgisveinaneti í føstu fylgisveinatænastuni, ið fer fram sambært Radioreglugerðini, hóast kvittunardato fyri heilar samskipanar- ella fráboðanarinformatiónir fyri ikki-jarðstøðugar FFS skipanir og av heilum samskipanar- ella notifiseringsinformatiónum fyri ikki-jarðstøðugum neti. Nr. 5.43A er ikki galdandi. Ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir í føstu fylgisveinatænastuni í nevndu bondum skulu rekast á ein slíkan ein hátt, at ein og hvør ikki-góðkend órógv, ið tekur seg upp undir virksemi, skjótt kann fyribeinast.

5.487

Í bandinum 11,7 – 12,5 GHz í Región 1 og 3 skal fasta fylgisveina- og flytiliga- (loftferðsluflytilig undantikin) kringvarpstænastan, samsvarandi avvarðandi tillutanir, ikki elva til skaðiliga órógv, ella krevja verju frá kringvarpsfylgisveinastøðum, sum verða riknar í samsvari við ætlanirnar fyri Región 1 og 3 í Appendiks 30.

5.487A

Eyka tillutan: í Región 1 er bandið 11,7 – 12,5 GHz, í Región 2 er bandið 12,2 – 12,7 GHz og í Región 3 er bandið 11,7 – 12,2 GHz í fyrsta lagi (primert) sett av til føstu fylgisveinatænastuna (rúmd-til-Jørð), og er avmarkað til ikki-GSO skipanir, og skal vera í samsvari við ásetingarnar í Nr. 9.12 viðvíkjandi samskipan við aðrar ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir í føstu fylgisveinatænastuni. Ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir í føstu fylgisveinatænastuni kunnu ikki krevja verju frá jarðstøðugum fylgisveinakervum í kringvarpsfylgisveinatænastuni, sum verður rikin sambært Radio Regulations, uttan mun til Radio communications Bureau kvittannardag fyri fullfíggjaðar samskipanar- ella notifiseringsupplýsingar fyri ikki-GSO FSS skipanir, og av fullfíggjaðum samskipanar- ella notifiseringsupplýsingum fyri GSO kervum. Nr. 5.43A er ikki galdandi. Ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir í føstu fylgisveinatænastuni í omanfyri nevndu bondum skulu rekast á ein slíkan hátt, at alt ótolandi órógv, sum kann koma fyri undir rakstrinum, skjótt kann fyribeinast.

5.492

Tillutanir til støðir í kringvarpsfylgisveinatænastuni, sum eru í samsvari við viðkomandi regionalu Plan í Appendiks 30, kunnu eisini brúkast til sendingar í føstu fylgisveinatænastuni (rúmd-til-Jørð), um so er, at hesar sendingar ikki elva til meiri órógv, ella krevja meira verju móti órógvi enn sendingar frá kringvarpsfylgisveina-tænastum, sum eru virknar í samsvari við hesa ætlan. Havandi rúmdartænastur í huga, skal hetta bandið í fyrsta lagi (primert) brúkast til kringvarpsfylgisveinatænastuna.

5.497

Nýtslan av bandinum 13,25 – 13,4 GHz til loftferðsluradionavigatiónstænastuna er avmarkað til Doppler navigatiónshjálpitól.

5.498A

Jørðeygleiðingafylgisveina- (virknir) og rúmdargranskingartænastur (virknar), sum eru í bandinum 13,25 – 13,4 GHz, skulu ikki elva til skaðiliga órógv, ella darva menningina av loftferðsluradionavigatiónstænastuni.

5.501A

Tillutanin av bandinum 13,4 – 13,75 GHz er í fyrsta lagi (primert) til rúmdar-granskingartænastuna, og er avmarkað til virkin rúmdarborin mátitól. Um bandið verður brúkt til aðra nýtslu í rúmdargranskingini, skal tað vera í øðrum lagi (sekundert).

5.501B

Í bandinum 13,4 – 13,75 GHz skulu jørðeygleiðingafylgisveina- (virknir) og rúmdargranskingartænastur (virknar) ikki elva til skaðiliga órógv á, ella darva nýtsluna ella menningina av, radiostøðustaðfestingartænastuni.

5.502

Í bandinum 13,75 - 14 GHz skal ein støð í føstu fylgisveinatænastuni hava eitt minsta antennutvørmát uppá 1,2 m, og ein jørðstøð í eini ikki-jarðstøðugari fastari fylgisveinaskipan hava eitt minsta antennutvørmát uppá 4,5 m. Eisini skal e.i.r.p., averaged over one second, útgeislað frá eini støð í radiostøðustaðfestingar- ella radionavigatiónstænastuni vera í mesta lagi 59 dBW fyri hevjuvinklar (elevationsvinklar) yvir 2 stig og 65 dBW fyri minni vinklar. Áðrenn myndugleikar taka í brúk eina jørðstøð í einum jarðstøðugum kervi í føstu fylgisveinatænastuni í hesum bandi við antennutvørmáti, sum er minni enn 4,5 m, skal tryggjast, at power flux-density við jarðarýtina hjá hesi jørðstøð ikki fer upp um -115 dB(W/(m2 x 10 MHz) í meira enn 1% av tíðini íkomin 36 m yvir vatnskorpuna á fjøru, sum alment er góðkend. -115 dB(W/(m2 x 10 MHz) í meira enn 1% av tíðini íkomin 3 m yvir jarðarýtina á markinum til eitt annað land, har LMR-radarar verða brúktir, ella eru ætlaðir at verða brúktir í hesum bandi, um ikki avtala um annað frammanundan er gjørd. Fyri jørðstøðir í føstu fylgisveinatænastuni, sum hava eitt antennutvørmát størri enn ella júst 4,5 m, skal e.i.r.p. fyri allar sendingar vera í minsta lagi 68dBW og í mesta lagi 85 dBW.

5.503

Í bandinum 13,75 - 14 GHz skulu jarðstøðugar rúmdarstøðir í rúmdargranskingar-tænastuni, sum Radiocommunications Bureau frammanundan hevur fingið boð um og almannakunngjørt áðrenn 31. januar 1992, virka undir somu umstøðum, sum støðir í føstu fylgisveinatænastuni. Eftir henda dag, skulu nýggjar jarðstøðugar rúmdarstøðir virka sum undirstøðir (støðir, ið ikki hava stóran týdning). Í bandinum 13,77 - 13,78 GHz skal e.i.r.p. power flux-density frá øllum jørðstøðum í føstu fylgisveinatænastuni, sum virka frá einari rúmdarstøð í jarðstøðugari fylgisveinaferðslubreyt (ringrás), ikki fara upp um:

1. 4,7D + 28 dB(W/40 kHz), hvar D er tvørmátið hjá jørðstøðini (m), fyri antennutvørmát størri ella júst 1,2 m og minni enn 4,5 m.

2. 49,2 +20log (D/4,5) dB(W/40 kHz), hvar D er tvørmátið hjá jørðstøðini í føstu fylgisveinatænastuni (m), fyri antennutvørmát størri enn ella júst 4,5 m og minni enn 31,9 m.

3. 66,2 dB(W/40 kHz) fyri allar jørðstøðir í føstu fylgisveinatænastuni, fyri antennutvørmát, sum er størri enn ella júst 31,9 m.

4. 56,2 dB(W/40 kHz) fyri smalbands (minni enn 40 kHz neyðug bandbreidd) jørðstøðir í føstu fylgisveinatænastuni frá øllum jørðstøðum í føstu fylgisveinatænastuni við einum antennutvørmáti uppá 4,5 m ella størri. E.i.r.p power flux-density (útgeisling) frá øllum støðum í føstu fylgisveinatænastuni, sum virka saman við eini rúmdarstøð í jarðstøðugari fylgisveinaringrás, má ikki fara upp um 51dBW i 6 MHz-bandinum frá 13,772 – 13,778 GHz. Automatic power control kann brúkast til at økja um e.i.r.p., power flux-density í hesum bandi, fyri at viga upp ímóti tapi (dæmpning) vegna regn.

5.504A

Í frekvensbandinum 14 - 14,5 GHz kunnu loftferðslujørðstøðir, sum verða brúktar til minni tíðandi (sekunder) endamál í flytiligu loftferðslufylgisveinatænastuni, eisini samskifta við rúmdarstøðir í føstu fylgisveinatænastuni. Ásetingarnar í Nr. 5.29, 5.30 og 5.31 eru galdandi.

5.504B

Loftferðslujørðstøðir, sum eru virknar í flytiligu loftferðslufylgisveinatænastuni í frekvensbandinum 14 - 14,5 GHz, skulu við atliti til allar radiorúmdargranskingarstøðir, sum gera eygleiðingar í frekvensbandinum 14,47 - 14,5 GHz, og sum eru í Spania, Fraklandi, India, Italia, Stórabretlandi og Suðurafrika, halda ásetingarnar í Anneks 1, parti C í tilmæli ITU-R M.1643.

5.506

Bandið 14 – 14,5 GHz, kann í føstu fylgisveinatænastuni (Jørð-til-rúmd) brúkast til feeder sambond til kringvarpsfylgisveinatænastuna, treytað av samskipan við onnur kervi í føstu fylgisveinatænastuni. Henda nýtsla av feeder sambondum er sett av til lond uttanfyri Europa.

5.506A

Í frekvensbandinum 14 - 14,5 GHz kunnu jørðstøðir umborð á skipum við e.i.r.p. størri enn 21 bBW virka eftir somu treytum sum jørðstøðir umborð á skipum, sum ásett í Resolutión 902 (WRC-03). Henda undirgrein er ikki galdandi fyri jørðstøðir umborð á skipum, sum Radiocommunications Bureau hevur móttikið fullar Appendiks 4 upplýsingar um áðrenn 5. juli 2003.

5.506B

Jørðstøðir umborð á skipum, sum samskifta við rúmdarstøðir í føstu fylgisveinatænastuni, kunnu vera virknar í frekvensbandinum 14 - 14,5 GHz uttan at avtala frammanundan er gjørd við Kýpros, Grikkaland, Malta innanfyri ta minstufrástøðu, sum er ásett í Resolutión 902 (WRV-03) fyri hesi lond.

5.511A

Bandið 15,43 – 15,63 GHz er í fyrsta lagi (primert) sett av til føstu fylgisveinatænastuna (rúmd-til-Jørð). Nýtslan av bandinum 15,43 – 15,63 GHz í føstu fylgisveinatænastuni (rúmd-til-Jørð og Jørð-til-rúmd) er avmarkað til feeder sambond til ikki-jarðstøðugar skipanir í flytiligu fylgisveinatænastuni, og skal vera samskipað eftir Nr. 9.11A. Nýtslan av frekvensbandinum15,43 – 15,63 GHz í føstu fylgisveinatænastuni (rúmd-til-Jørð) er avmarkað til feeder sambond til ikki-jarðstøðugar skipanir í flytiligu fylgisveinatænastuni sum Radiocommunications Bureau frammanundan hevur fingið almannakunngjørdar upplýsingar um áðrenn 2. juni 2000. Í kósini rúmd-til-Jørð, skal elevation angle above og gain towards the local horizontal plane hjá jørðstøðini og teir minstu samskipanarfráleikarnir, sum krevjast fyri at verja eina jørðstøð móti skaðiligum órógvi, vera í samsvari við Recommendation ITU-R S.1341. Fyri at verja radiorúmdargranskingartænastuna í bandinum 15,35 – 15,4 GHz, skal the aggregate power flux-density útgeislað av rúmdarstøðum í 15,35 - 15,4 GHz bandinum í eini ikki-GSO MSS feeder-link (rúmd-til-Jørð) skipan, sum er virkin í bandinum 15,43 - 15,63 GHz, ikki fara upp um –156 dB (W/m2 í eini 50 MHz) bandbreidd, inn í eina radiorúmdargranskingar- eygleiðingaeind í meira enn 2% av tíðini.

5.511C

Støðir, sum eru virknar í loftferðsluradionavigatiónstænastuni, skulu avmarka munadyggu (effektivu) e.i.r.p. í samsvari við Recommendation ITU-R S.1340. Minsti samskipanarfráleikin, sum er kravdur fyri at verja loftferðslu- radionavigatiónsstøðir (Nr. 4.10 er galdandi) móti skaðiligum órógvi frá feeder-sambandstøðum á jørðini og mesta e.i.r.p. send towards the local horizontal plane by a feeder-link støð á jørðini skal vera í samsvari við Recommendation ITU-R S.1340.

5.511D

Fastar fylgisveinaskipanir kunnu virka í bondunum 15,4 – 15,43 GHz og 15,63 – 15,7 GHz i rúmd-til-Jørð kósini og 15,63 – 15,65 GHz í Jørð-til-rúmd kósini, um so er, at Radiocommunications Bureau innan 21.november 1997 hevur móttikið fullfíggjaðar upplýsingar um almannkunngerð. Í bondunum 15,4 – 15,43 GHz og 15,65 – 15,7 GHz, skal útgeisling frá ikki-jarðstøðugum rúmdarstøðum ikki vera meira enn the power flux-density limits at Earth`s surface of -146 dB(W/m²/MHz) for all angles of arrival. Í bandinum 15,63 – 15,65 GHz, har ein fyrisitingarligur myndugleiki ætlar útgeisling frá eini ikki-jarðstøðugari rúmdarstøð, sum er meira enn -146 dB(W/m²/MHz) for any angle of arrival, skal samskipast eftir Nr. 9.11A við avvarðandi myndugleikar. Støðir í føstu fylgisveinatænastuni, sum eru virknar í bandinum 15,63 – 15,65 GHz í Jørð-til-rúmd kósini, mugu ikki elva til skaðiliga órógv á støðir í veðurfrøðiligu radio-navigatiónstænastuni (Nr. 4.10 er galdandi).

5.511E

Radiostaðaravgerðartænastan í frekvensbandinum 15,4 - 15,7 GHz má ikki fremja skaðiliga órógv, ella krevja verju frá loftferðsluradionavigatiónstænastuni.

5.511F

Til verju av radiostjørnufrøðiligu tænastuni í frekvensbandinum 15,35 - 15,5 GHz mugu radiostøðstaðfestingar í frekvensbandinum 15,4 - 15,7 GHz ikki fara upp um eitt tættleikaárin á -156 dB(W/m2) í einari 50 MHz bandabreidd í frekvensbandinum 15,35 - 15,4 GHz við eini radiostjørnarkanningarstøð í meira enn 2% av tíðini.

5.513A

Rúmdarbornir virknir sensorar, sum eru virknir í bandinum 17,2 – 17,3 GHz, mugu ikki elva til skaðiliga órógv, ella darva menningina av radiostøðustaðfesting og aðrari tænastu, sum í fyrsta lagi (primert) eru tillutað her.

5.516

Nýtslan av bandinum 17,3 – 18,1 GHz í jarðstøðugum fylgisveinaskipanum í føstu fylgisveinatænastuni (Jørð-til-rúmd) er avmarkað til feeder sambond til kringvarps-fylgisveinatænastuna. Nýtslan av bandinum 17,3 – 17,8 GHz í Región 2 til skipanir í føstu fylgisveinatænastuni (Jørð-til-rúmd) er avmarkað til jarðstøðugar fylgisveinar. Fyri at brúka bandið 17,3 - 17,8 GHz (Jørð-til-rúmd) í Región 2 til feeder sambond til kringvarpsfylgisveinatænastuna í bandinum 12,2 – 12,7 GHz, skal hyggjast eftir Art. 11. Nýtslan av bondunum 17,3 – 18,1 GHz (Jørð-til-rúmd) í Región 1 og 3, og 17,8 – 18,1 GHz (Jørð-til-rúmd) í Región 2 til ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir í føstu fylgisveinatænastuni, skal vera í samsvari við ásetingarnar í Nr. 9.12 viðvíkjandi samskipanini við aðrar ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir í føstu fylgisveina-tænastuni. Ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir í føstu fylgisveinatænastuni kunnu ikki krevja verju frá jarðstøðugum fylgisveinakervum í føstu fylgisveinatænastuni, sum eru virknar í samsvari við Radio Regulations, Radiocommunications Bureau hevur fingið kvittannardag fyri fullfíggjaða hóast samskipanar- ella notifiseringsupplýsingar fyri ikki-GSO FSS skipanir og fyri GSO kervi. Nr. 5.43A er ikki galdandi. Ikki jarðstøðugar fylgisveinaskipanir í føstu fylgisveinatænastuni og í omanfyri nevndu bondum, skulu rekast á ein slíkan hátt, at ótolandi órógv sum skjótast kann fyribeinast.

5.516A

Í frekvensbandinum 17,3 - 17,7 GHz skulu jørðstøðir í føstu fylgisveinatænastuni (rúmd-til-Jørð) í Región 1, ikki krevja verju frá feeder-jørðstøðum til kringvarps-fylgisveinatænastuna, sum virkar í samsvari við Appendiks 30A, ella seta nakra avmarking ella skerjing til knattstøðuna hjá feeder-jørðstøðum innanfyri økið, sum feeder-fylgisveinatænastan virkar í.

5.516B

Hesi bond eru sett av til (háorkunýtslu) (há-intensitet) í føstu fylgisveinatænastuni (HDFSS) (High Density Fixed Satellite Systems):

17.3-17.7 GHz (rúmd-til-Jørð) í Región 1

18.3-19.3 GHz (rúmd-til-Jørð) í Región 2

19.7-20.2 GHz (rúmd-til-Jørð) í øllum Regiónum

39.5-40.0 GHz (rúmd-til-Jørð) í Región 1

40.0-40.5 GHz (rúmd-til-Jørð) í øllum Regiónum

40.5-42.0 GHz (rúmd-til-Jørð) í Región 2

47.5-47.9 GHz (rúmd-til-Jørð) í Región 1

48.2-48.54 HGz (rúmd-til-Jørð) í Región 1

49.44-50.2 GHz (rúmd-til-Jørð) í Región 1

og

27.50-27.82 GHz (Jørð-til-rúmd) í Región 1

28.35-28.45 GHz (Jørð-til-rúmd) í Región 2

28.45-28.94 GHz (Jørð-til-rúmd) í øllum regiónum

28.94-29.10 GHz (Jørð-til-rúmd) í Región 2 og 3

29.25-29.46 GHz (Jørð-til-rúmd) í Región 2

29.46-30.00 GHz (Jørð-til-rúmd) í øllum Regiónum

48.20-50.20 GHz (Jørð-til-rúmd) í Región 2

Hesar ásetingar útihýsa ikki, at hesi bond verða brúkt til annað endamál.

Fyrisitingarligu myndugleikarnir eiga at hava atlit til Resolution 143 (WRC)03).

5.519

Eyka tillutan: Bandið 18,1 – 18,3 GHz er í fyrsta lagi (primert) sett av til veðurfrøðuligu fylgisveinatænastuna (rúmd-til-Jørð). Henda nýtsla er avmarkað til jarðstøðugar fylgisveinar.

5.520

Nýtslan av bandinum 18,1 - 18,4 GHz í føstu fylgisveinatænastuni (Jørð-til-rúmd) er avmarkað til feeder sambond í jarðstøðugum fylgisveinaskipanum í kringvarpsfylgisveinatænastuni.

5.521

Eyka tillutan: i Týsklandi, Danmark, Sameindu Emirríkunum og Grikkalandi er bandið 18,1 – 18,4 GHz í fyrsta lagi (primert) sett av til føstu fylgisveinatænastuna (rúmd-til-Jørð) og flytiligar tænastur (sí 5.33). Ásetingarnar í Nr. 5.519 eru eisini galdandi.

5.522A

Útgeislingin frá føstu tænastuni og føstu fylgisveinatænastuni í bandinum 18,6 - 18,8 GHz, er avmarkað til tey virðir, sum eru ásett í ávíkavist Nr. 21.5A og 21.16.2.

5.522B

Nýtslan av bandinum 18,6 - 18,8 GHz í føstu fylgisveinatænastuni er avmarkað til jarðstøðugar fylgisveinaskipanir og skipanir, ið hava eina ringrás of apogee (hægstu hædd) hægri enn 20.000 km.

5.523A

Nýtslan av bandinum 18,8 – 19,3 GHz (rúmd-til-Jørð) og 28,6 – 29,1 GHz (Jørð-til-rúmd) til GSO og ikki-GSO føst fylgisveinakervi, skal vera í samsvari við ásetingarnar í Nr. 9.11A. Nr. 22.2 er ikki galdandi. Myndugleikar, sum hava ætlanir um at seta í verk GSO kervi og samskipa áðrenn 18. november 1995, skulu í mest møguligan mun samstarva við samskipanini sambært Nr. 9.11A við ikki-GSO kervi, sum Radiocommunications Bureau hevur fingið notifiseringsupplýsingar um áðrenn hendan dagin - við tí í hyggju, at fáa úrslit, sum kunnu góðtakast av øllum pørtum. Ikki-GSO kervi skulu ikki elva til ótolandi órógv á GSO føst fylgisveinakervi, sum Radiocommunications Bureau áðrenn 18. november 1995 sambært Appendiks 4, hevur fingið notifiseringsupplýsingar um.

5.523B

Nýtslan av bandinum 19,3 – 19,6 GHz (Jørð-til-rúmd) til FSS er avmarkað til til feeder sambond til ikki-GSO skipanir í MSS. Hendan nýtslan skal vera í samsvari við Nr. 9.11A. Nr. 22.2 er ikki galdandi.

5.523C

Nr. 22.2 í Radio Regulations er framhaldandi galdandi fyri bondini 19,3 – 19,6 GHz og 29,1 – 29,4 GHz, millum feeder sambond í ikki-jarðstøðugum flytiligum fylgisveinatænastukervum og í teimum føstu fylgisveinakervunum, sum Radiocommunications Bureau eftir Appendiks 4 áðrenn 18. november 1996, hevur fingið fulla Appendiks 4 samskipanarupplýsingar um.

5.523D

Nýtslan av bandinum 19,3 – 19,7 GHz (rúmd-til-Jørð) til GSO/FSS skipanir og til feeder sambond til ikki-jarðstøðugar fylgisveinaskipanir í MSS, skal vera í samsvari við ásetingarnar í Nr. 9.11A, men ikki í samsvari við ásetingarnar í Nr. 22.2. Nýtslan av hesum bandi til aðrar ikki-GSO/FSS skipanir, ella í førum, sum nevnd eru í Nr. 5.523C og 5.523E, skulu ikki vera í samsvari við ásetingarnar í Nr. 9.11A, og skulu framhaldandi fylgja framferðarháttinum ásett í Art. 9 (Nr. 9.11A undantikið) og 11, og ásetingunum í Nr. 22.2.

5.523E

Nr. 22.2 í Radio Regulations er framhaldandi galdandi í bondunum 19,6 – 19,7 GHz og 29,4 – 29,5 GHz, millum feeder sambond í ikki-jarðstøðugum flytiligum fylgisveinakervum og fyri tey føstu fylgisveinakervi, sum Radiocommunications Bureau áðrenn 21. novembur 1997 hevur fingið fullfíggjaða Appendiks 4 samskipanar- og notifiseringsupplýsingar um.

5.525

Fyri at lætta um sínámillum samskipan millum kervi til flytiligar fylgisveina- og fastar fylgisveinatænastur, skulu carriers í flytiligu fylgisveinatænastuni, sum ikki tola at móttaka órógv, í størst møguligan mun leggjast í ovasta partin av bondunum 19,7 – 20,2 GHz og 29,5 - 30 GHz.

5.526

Í bondunum 19,7 – 20,2 GHz og 29,5 - 30 GHz í Región 2, og í bondunum 20,1 – 20,2 GHz og 29,9 - 30 GHz í Región 1 og 3, kunnu kervi, sum bæði eru í føstu fylgisveinatænastuni og í flytiligu fylgisveinatænastuni, fevna um sambond millum støðir á jørðini á ásettum knattstøðum ella ikki-ásettum knattstøðum, ella tá tær flyta seg, gjøgnum ein ella fleiri fylgisveinar frá ”punkt-til-punkt” og ”punkt-til-multipunkt” samskifti.

5.527

Í bondunum 19,7 – 20,2 GHz og 29,5 - 30 GHz galda ásetingarnar í Nr. 4.10 ikki í sambandi við flytiligu fylgisveinatænastuna.

5.528

Tillutanin til flytiligu fylgisveinatænastuna er ætlað brúkt av kervum, ið nýta narrow spot-beam antennas og tílíka framkomna tøkni í rúmdarstøðum. Myndugleikar, sum reka skipanir í flytiligu fylgisveinatænastuni í bandinum 19,7 – 20,1 GHz í Región 2 og í bandinum 20,1 – 20,2 GHz, skulu taka øll stig møgulig fyri at tryggja myndugleikum framhaldandi atgongd til hesi bond, sum reka fastar og flytiligar skipanir í samsvari við Nr. 5.524.

5.530A

Um eingin avtala fyriliggur millum ávísar fyrisitingar, má ein støð í tí føstu ella flytiligu tænastuni ikki framleiða eitt tættleikaárin, ið er 3 m yvir jørðini yvir -120,4 dB (W/m2 · MHz) í meira enn 20 % av tíðini í markinum hjá einum øðrum landi í Región 1 og 3. Við útrokning verður seinasta útgávan av viðmæli ITU-R BO. 1898 nýtt.

5.530B

Fyri at tryggja menningina av kringvarpsfylgisveinatænastum í frekvensbandinum 21,4 - 22 GHz, verður mælt fyrisitingini til ikki at spjaða flytiligar støðir, og avmarka nýtsluna av støðum í føstum tænastum.

5.530C

Nýtslan av frekvensbandinum 21,4 - 22 GHz er undirløgd Resolution 755 (WRC-12).

5.530D

Sí Resolution 555 (WRC-12).

5.532

Nýtslan av bandinum 22,21 – 22,5 GHz til óvirknu jørðeygleiðinga-fylgisveina- og óvirknu rúmdargranskingartænastuna, má ikki darva føstu og flytiligu tænasturnar (loftferðsluflytilig undantikin).

5.535A

Nýtslan av bandinum 29,1 – 29,5 GHz (Jørð-til-rúmd) til FSS er avmarkað til GSO fylgisveinaskipanir og feeder sambond í ikki-GSO fylgisveinaskipanum í flytiligu fylgisveinatænastuni. Henda nýtsla skal vera sambært ásetingunum í Nr. 9.11A, men ikki ásetingunum í Nr. 22.2, burtursæð frá tí, ið er ávíst í Nr. 5.523C og 5.523E, har henda nýtsla ikki skal vera eftir ásetingunum í Nr. 9.11A, og framhaldandi skal samsvara við mannagongdirnar í Art. 9 (Nr. 9.11A undantikið) og 11, og ásetingarnar í 22.2.

5.536

Nýtslan av bandinum 25,25 – 27,5 GHz í sínámillum fylgisveinatænastuni er avmarkað til rúmdargransking og jørðeygleiðingafylgisveinanýtslu og sendingar, sum stava frá vinnuligum og medisinskum virksemi í rúmdini.

5.536A

Fyrisitingarligir myndugleikar, sum seta upp jørðeygleiðingafylgisveinastøðir á jørðini, kunnu ikki krevja vernd frá føstum og flytiligum tænastum, sum verða riknar av øðrum fyrisitingum. Støðir á jørðini, sum eru virknar í jørðeygleiðingafylgisveina-tænastuni skulu hava atlit til seinastu útgávuna av RecommendationTU-R SA 1862.

5.536B

Í Saudiarabia, Eysturríki, Belgia, Brasil, Bulgaria, Kina, Korea, Danmark, Egyptalandi, Sameindu Emirríkunum, Estlandi, Finnlandi, Ungarn, India, Iran, Írlandi, Ísrael, Italia, Jordan, Kenja, Kuvait, Libanon, Libya, Liktinstein, Litava, Moldova, Norður Korea, Oman, Uganda, Pakistan, Filipsoyggjunum, Póllandi, Portugal, Sýria, Slovakia, Kekkia, Rumenia, Stórabretlandi, Singapor, Svøríki, Sveis, Tansania, Turkalandi, Vjetnam og Simbabvi kunnu støðir á landi í jørðeygleiðingafylgi-sveinatænastuni í bandinum 25,5 - 27 GHz ikki menningina og ígongdsetanina av støðum í føstum ella flytiligum tænastum.krevja vernd móti, ella avmarka

5.538

Eyka tillutan: Bondini 27,500 – 27,501 GHz og 29,999 – 30,000 GHz eru í fyrsta lagi (primert) sett av til føstu fylgisveinatænastuna (rúmd-til-Jørð) til beacon transmissions intended for up-link power control. Hesar rúmd-til-Jørð sendingar skulu ikki fara upp um an equivalent isotropically radiated power (e.i.r.p.) of +10 dBW in the direction of adjacent fylgisveinum í jarðstøðugum (geostationerum) fylgisveinaringrásum.

5.539

Bandið 27,5 - 30 GHz kann brúkast í føstu fylgisveinatænastuni (Jørð-til-rúmd) til útvegan av feeder sambondum til kringvarpsfylgisveinatænastuna.

5.540

Eyka tillutan: Bandið 27,501 – 29,999 GHz er í øðrum lagi (sekundert) sett av til føstu fylgisveinatænastuna (rúmd-til-Jørð) til beacon transmissions for up-link power control.

5.541

Í bandinum 28,5 - 30 GHz er jørðeygleiðingafylgisveinatænastan avmarka til flutning av dátum millum støðir, og ikki fyrst (primert) til innheinting av upplýsingum frá virknum ella óvirknum sensorum.

5.541A

Feeder sambond í ikki-jarðstøðugum kervum í flytiligu fylgisveinatænastuni og jarðstøðugum kervum í føstu fylgisveinatænastuni, sum er virkin í bandinum 29,1 – 29,5 GHz (Jørð-til-rúmd), skal brúka uplink adaptive power control ella onnur háttaløg til fade compensation, soleiðis at sendingar frá støðum á jørðini kunnu gerast við tí neyðuga power level fyri at fáa í lag ynskta link performance, samstundis sum sínámillum órógvið millum bæði kervi, verður minkað. Hetta er galdandi fyri tey kervi, sum Radiocommunications Bureau hevur fingið Appendiks 4 samskipan fyri aftaná 17. maj 1996, og til tað verður broytt av fullgildum WRC. Fyrisitingarligir myndugleikar, sum senda inn Appendiks 4 upplýsingar til samskipan verða eggjaðir til, í mest møguligan mun, at brúka hesar hættir.

5.543

Bandið 29,95 - 30 GHz kann í øðrum lagi (sekundert) brúkast til rúmd-til-rúmd samband í jørðeygleiðingafylgisveinatænastuni til telemetri-, leitingar- og eftirlitsendamál.

5.544

Í bandinum 31 – 31,3 GHz er power flux-density limits galdandi fyri rúmdargranskingartænastuna sum útgreinað er í Art. 21, Table 21-4.

5.547

Bondini 31,8 – 33,4 GHz, 37 - 40 GHz, 40,5 - 43,5 GHz, 51,4 – 52,6 GHz, 55,78 - 59 GHz og 64 - 66 GHz eru tøk til high-density applications í føstu tænastunum (sí Resolutions 75 (WRC-2000)). Myndugleikar skulu hava atlit til hetta, tá tillutingar til nýtslu viðvíkjandi hesum bondum verða gjørdar. Vegna møguligari framtíðar nýtslu av high-density applications í føstu fylgisveinatænastuni í bondunum 39,5 - 40 GHz og 40,5 - 42 GHz, (Nr. 5.516B) eiga myndugleikar eisini, har tað er neyðugt, at hava atlit til møguligar ætlaðar avmarkingar av high-density applications í føstu tænastunum.

5.547A

Fyrisitingarligir myndugleikar skulu taka stig til at skerja møguliga órógv millum støðir í føstu tænastunum og loftbornum støðum í radionavigatiónstænastuni í bandinum 31,8 - 33,4 GHz. Fyrilit skal takast fyri virkisháttartørvinum hjá loftbornum radarskipanum.

5.548

Undir menningini av støðum til sínámillum fylgisveinatænastu 32,3 - 33 GHz, radionavigatiónstænastum í bandinum 32 - 33 GHz og til rúmdargranskingar- tænastuna (ytri rúmd) í bandinum 31,8 – 32,3 GHz, skulu myndugleikar taka øll neyðug stig, fyri at byrgja fyri skaðiligari órógv millum hesar tænastur, og hava fyri eyga trygdarligu viðurskiftini viðvíkjandi radionavigatiónstænastuni. (sí Recommendation 707).

5.549A

Í frekvensbandinum 35,5 - 36,0 skal meðal útgeislaða sendiorkan á jarðarýtini, íkomin av einhvørjum loftbornum sensori í jørðeygleiðingatænastuni (virkin) ella rúmdargranskingartænastuni (virkin), fyri hvønn vinkul sum er størri enn 0.8o frá útgeislingarmiðdeplinum, ikki fara upp um –73dB(W/m2) í hesum frekvensbondum.

5.550A

Við deiling av bandinum 36 - 37 GHz millum jørðeygleiðingafylgisveinatænastur (óvirknar) og tí føstu og flytiligu tænastuna, galda ásetingarnar í Resolution 752 (WRC-07).

5.551H

avmarkingarnar í hesi undirgrein um radiorúmdargranskingar- støðir, um so er at viðkomandi myndugleiki í landinum játtar hesum.

5.551I

The power flux-density í frekvensbandinum 42,5 - 43,5 framleitt av einhvørjari jarðstøðugari støð í føstu fylgisveinatænastuni (rúmd-til-Jørð) ella av kringvarps-fylgisveinatænastuni (rúmd-til-Jørð), sum virkar í bandinum 42 - 42,5 GHz, má ikki fara upp um virðini á staðnum, har einhvør radiorúmdargranskingarstøð er: -137 dB(W/m2) í 1 GHz og –153 dB(W/m2) í einhvørjum 500 kHz bandi í frekvensbandinum 42,4 - 43,5 GHz á staðnum, har sum einhvør radio-rúmdargranskingarstøð er skrásett sum serstakt (einkultstandandi) teleskop; og- 116 dB(W/m2) í einhvørjum 500 kHz bandi í frekvensbandinum 42,5 - 43,5 GHz fyri allar radiorúmdargranskingarstøðir á tí staði, sum er skrásett sum ein “very long baseline interferometry” støð. Hesi virðir skulu galda á staðnum, har sum einhvør radiorúmdargranskingarstøð er, sum antin: - er virkin áðrenn 5. juli 2003, og sum er fráboðað ITU áðrenn tann 4. januar 2004; ella- var notifiserað áðrenn dagin fyri móttøkuna av fullfíggjaðum upplýsingum í Appendiks 4 um samskipan og notifikatión, sum er til einstøku rúmdarstøðina, sum avmarkingarnar eru galdandi fyri. Aðrar radiorúmdargranskingarstøðir, sum eru fráboðaðar aftaná nevndu dagar, mugu miðja ímóti avtalu við tann myndugleika, sum hevur løggildað rúmdarstøðina. Í Región 2 er Resolution 743 (WRC-03) galdandi. Farast kann út um avmarkingarnar í hesi undirgrein fyri staðið hjá eini radiorúmdargranskingarstøð, um so er, at viðkomandi myndugleiki í landinum játtar hesum.

5.552

Spektrumtillutanin til føstu fylgisveinatænastuna í bondunum 42,5 – 43,5 GHz og 47,2 – 50,2 GHz fyri Jørð-til-rúmd sendingar er størri enn tann í bandinum 37,5 – 39,5 GHz fyri rúmd-til-Jørð sendingar, fyri at stilla (akkomodera) feeder sambond til kringvarpsfylgisveinar. Myndugleikar verða bidnir um at taka øll møgulig stig fyri at bíleggja bandið 47,2 – 49,2 GHz til feeder sambond til kringvarps-fylgisveinatænastuna, sum er virkin í bandinum 40,5 – 42,5 GHz.

5.552A

Tillutanin í bondunum 47,2 – 47,5 GHz og 47,9 – 48,2 GHz til føstu tænastuna er ætlað brúkt av HAPS (High Altitude Platform Stations). Nýtslan av bondunum 47,2 – 47,5 GHz og 47,9 – 48,2 GHz skal vera í samsvari við ásetingarnar í Resolution 122 (WRC-07).

5.553

Í bondunum 43,5 - 47 GHz og 66 - 71 GHz kunnu LMR støðir rekast, treytað av, at tær ikki elva til skaðiliga órógv á rúmdarradiosamskiftistænastur, sum hesi bond eru sett av til (sí Nr. 5.43).

5.554

Í bondunum 43,5 - 47 GHz, 66 - 71 GHz, 95 - 100 GHz, 123 - 130 GHz, 191,8 - 200 GHz og 252 - 265 GHz verða eisini loyvd fylgisveinasambond, sum binda saman landstøðir á neyvt ásettum knattstøðum, tá tær verða brúktar í sambandi við flytiligu fylgisveinatænastuna ella radionavigatiónsfylgisveinatænastuna.

5.554A

Nýtslan av frekvensbondunum 47,5 - 47,9 GHz, 48,2 - 48,54 GHz og 49,44 - 50,2 GHz í føstu fylgisveinatænastunum (rúmd-til-Jørð) er avmarkað til jarðstøðugar fylgisveinar.

5.555

Eyka tillutan: bondini 48,94 – 49,04 GHz eru í fyrsta lagi (primert) sett av til radio-rúmdargranskingartænastuna.

5.555B

The power flux-density í frekvensbandinum 48,94 - 49,04 GHz framleidd av einhvørjari jarðstøðugari støð í føstu fylgisveinatænastuni (rúmd-til-Jørð), sum er virkin í frekvensbondunum 48,2 - 48,54 GHz og 49,44 - 50,2 GHz, skal ikki fara upp um –151,8 dB/W/m2) í einhvørjum 500 kHz bandi hjá einhvørjari radio-rúmdargranskingarstøð.

5.556

Í bondunum 51,4 – 54,25 GHz, 58,2 - 59 GHz og 64 - 65 GHz kunnu gerast radio-rúmdargranskingareygleiðingar í egnum landi.

5.556A

Nýtslan av bondunum 54,25 – 56,9 GHz, 57,0 – 58,2 GHz og 59,0 – 59,3 GHz í sínámillum fylgisveinatænastuni er avmarkað til fylgisveinar í jarðstøðugari fylgisveinaringrás. The single-entry power flux-density íbirt av eini støð í sínámillum fylgisveinatænastuni, skal í øllum førum og við øllum bylgjuskiftistøkni (modulasjónstøkni), í øllum hæddum frá 0 km til 1000 km yvir jarðarýtina og í nánd av øllum jarðstøðugum ringrásbreytum, har íbundnir eru óvirkvirknir sensorar, ikki fara upp um –147 dB(W/(m² · MHz)) for all angles of arrival.

5.557A

Í bandinum 55,78-56,26 GHz, skal the maximum power density, sum verður sent frá einum sendara til antennuna hjá eini fastari tænastustøð, avmarkast til –26 dB(W/MHz) fyri at verja støðir í óvirknu jørðeygleiðinga-fylgisveinatænastuni.

5.558

Í bondunum 55,78 – 58,2 GHz, 59 - 64 GHz, 66 - 71 GHz, 122,25-123 GHz, 130 - 134 GHz, 167 – 174,8 GHz og 191,8-200 GHz, kunnu støðir í flytiligu loftferðslu-tænastuni rekast, um so er, at tær ikki elva til skaðiliga órógv á sínámillum fylgisveinatænastuna (sí Nr. 5.43).

5.559

Í bandinum 59 - 64 Ghz kunnu støðir í loftbornu radarradiostøðustaðfestingar- tænastuni rekast, um so er, at tær ikki elva til skaðiliga órógv á sínámillum fylgisveinatænastuna (sí Nr. 5.43).

5.560

Bandið 78 - 79 GHz kann í fyrsta lagi (primert) brúkast til radarar, sum eru í rúmdarstøðum í jørðeygleiðingafylgisveinatænastuni og í rúmdar- granskingartænastuni.

5.560A

Bandið 81 - 81,5 GHz er í øðrum lagi (sekundert) sett av til áhugavarpararadio- og áhugavarparafylgisveinatænastuna.

5.561

Í bandinum 74 - 76 GHz skulu støðir í føstu-, flytiligu- og kringvarpstænastunum, ikki elva til skaðiliga órógv á støðir í føstu fylgisveinatænastuni, sum eru virknar í samsvari við viðtøkurnar í røttu frekvenstillutingi - og tilrættisleggingarætlanar conference fyri kringvarpsfylgisveinatænastuna.

5.562

Nýtslan av bandinum 94 – 94,1 GHz í virknu jørðeygleiðingafylgisveina- og virknu rúmdargranskingartænastuni, er avmarkað til rúmdarbornar sky-radars.

5.562A

Sendingar frá rúmdarstøðum í virknu jørðeygleiðingafylgisveinatænastuni, sum leiðast inn í main beam hjá eini radiorúmdargranskingarantennu, kunnu væntandi elva til skaða á radiorúmdargranskingarmóttakarar. Rúmdarumboðsstovur, sum reka sendarar og avvarðandi radiorúmdargranskingarstøðir, eiga í størst møguligan mun í felag at skipa teirra virksemi soleiðis, at hetta ikki kemur fyri.

5.562B

Hendan tillutanin er avmarkað til rúmdarborna radiorúmdargransking.

5.562C

Nýtslan av bandinum 116 - 122,25 GHz í sínámillum fylgisveinatænastuni er avmarkað til fylgisveinar í jarðstøðugari ringrás um jarðarknøttin. The single-entry power flux-density elvt av einari støð í sínámillum fylgisveinatænastuni, skal undir ongum umstøðum og við allari bylgjuskiftistøkni (modulasjónstøkni) í øllum hæddum frá 0 km til 1000 km yvir jarðarýtina og nærhendis nakrari jarðstøðugari ringrásleið, sum hevur óvirknar sensorar, ikki fara upp um -148 dB(W/(m² · MHz)) for all angles of arrival.

5.562E

Tillutanin til virknu jørðeygleiðingafylgisveinatænastuna í bandinum 133,5 - 134 GHz er avmarkað til hetta band.

5.562F

Í bandinum 155,5 - 158,5 GHz støðgar tillutanin til óvirknu jørðeygleiðinga-fylgisveina- og rúmdargranskingartænastuna tann 1. januar 2018.

5.562G

Tann 1. januar 2018 byrjar tillutanin av føstum og flytiligum tænastum í bandinum 155,5 - 158,5 GHz.

5.562H

Nýtslan av bondunum 174,8 - 182 GHz og 185 - 190 GHz í sínámillum fylgisveinatænastuni, er avmarkað til fylgisveinar í jarðstøðugari fylgisveinaringrás. The single-entry power flux-density elvt av einari støð í sínámillum fylgisveinatænastuni, skal undir ongum umstøðum og við allari bylgjuskiftistøkni (modulasjónstøkni) í øllum hæddum frá 0 km til 1000 km yvir jarðarýtina og nærhendis nakrari jarðstøðugari ringrásleið, sum hevur óvirknar sensorar, ikki fara upp um –144 dB(W/(m² · MHz)) for all angles of arrival.

5.563A

Í bondunum 200 - 209 GHz, 235 - 238 GHz og 265 - 275 GHz verða á jørðini gjørdar “passive atmospheric sensing of monitor atmospheric constituents”.

5.563B

Bandið 237,9 - 238 GHz er einans tillutað virknu jørðeygleiðingafylgisveinatænastuni og virknu rúmdargranskingartænastuni fyri rúmdarbornar “sky-radars”.

5.565

Frekvensbandið 275 – 1000 GHz kann brúkast av fyrisitingarligum myndugleikum til óvirknar tænastur: -Radio-rúmdargranskingartænastan: 257 - 323 GHz, 327 - 371 GHz, 388 - 424 GHz, 426 - 442 GHz, 453 - 510 GHz, 623 - 711 GHz, 795 - 909 GHz og 926 - 945 GHz; -Jørðeygleiðingafylgisveinatænastan (óvirkin) og rúmdargranskingartænastan (óvirkin):

275 - 286 GHz, 296 - 306 GHz, 316 - 356 GHz, 361 - 365 GHz, 369 - 392 GHz, 397 - 399 GHz, 409 - 411 GHz, 416 - 434 GHz, 439 - 467 GHz, 477 - 502 GHz, 523 - 527 GHz, 538 - 581 GHz, 611 - 630 GHz, 634 - 654 GHz, 657 - 692 GHz, 713 - 718 GHz, 729 - 733 GHz, 750 - 754 GHz, 771 - 776 GHz, 823 - 846 GHz, 850 - 854 GHz, 857 - 862 GHz, 866 - 882 GHz, 905 - 928 GHz, 951 - 956 GHz, 968 - 973 GHz og 985 - 990 GHz.

Nýtslan av frekvensumráðnum 275 - 1000GHz til óvirknar tænastur, útihýsur ikki nýtsluni av frekvensbandinum til virknar tænastur. Fyrisitingini verður mælt til at taka øll stig møgulig at verja hesar óvirknu tænastur frá skaðiligari órógv, til tillutanartalvan verður stovnað fyri frekvensbondini nevnd omanfyri. Allir frekvensir í frekvensumráðnum 1000 - 3000 GHz mugu nýtast av bæði virknum og óvirknum tænastum (WRC-12).