Allýsing av tillutaðum tænastum í frekvensætlanini

Summar tænastur eru skrivaðar við spjaldrastavum. Hetta merkir, at tænasturnar í fyrsta lagi (primert) skulu brúkast til nevnda endamál. Aðrar tænastur eru skrivaðar við lítlum bókstøvum. Hetta merkir, at hesar tænastur í øðrum lagi (sekundert) kunnu brúkast til nevnda endamál. Hetta er útgreinað í Art. 5 í Radio Regulations. Útgreiningarnar av tænastunum í frekvensskránni eru í samsvari við útgreiningarnar í Radio Regulations Art. 1, og eru hesar:

Áhugavarparafylgisveinatænasta:

Ein radiosamskiftistænasta, sum nýtir rúmdarstøðir í jørðfylgisveinum til sama endamál sum í áhugavarparatænastuni.

Áhugavarparatænasta:

Ein radiosamskiftistænasta, sum kann brúkast av

áhugavarparum til venjing, sínámillum samskifti og tøkniligar royndir. Tað vil siga av fólki, ið hava staðið góðkenda áhugavarpara roynd, og sum hava persónligan áhuga fyri radiotøkni, uttan at hava fíggjarligan vinning í huga.

Flytilig tænasta:

Ein radiosamskiftistænasta millum flytiligar støðir og

landstøðir (grundarstøðir) - ella millum flytiligar støðir.

Flytilig fylgisveinatænasta:

Ein radiosamskiftistænasta:

  • millum flytiligar støðir á jørðini og eina ella fleiri rúmdar­støðir, ella millum rúmdarstøðir, ið verða brúktar til hesa tænastu, ella

  • millum flytiligar støðir á jørðini yvir eina ella fleiri rúmdarstøðir. Hendan tænastan kann umfata feeder links.

Føst fylgisveinatænasta:

Ein radiosamskiftistænasta millum knattstøðugar støðir á jørðini, tá ein ella fleiri fylgisveinar verða brúktir. Í ávísum førum kann hendan tænastan fevna um fylgisvein­tilfylgisveinasamskifti, og kann eisini virka í sínámillum fylgisveinatænastuni. Fasta fylgisveinatænastan kann eisini fevna um feeder links til aðrar radiosamskiftistænastur.

Føst tænasta:

Ein radiosamskiftistænasta millum støðir, sum eru bundnar at eini fastari knattstøðu.

Interfylgisveinatænasta:

Ein radiosamskiftistænasta millum fylgisveinar.

Jørðeygleiðingafylgisveinatænasta:

Ein radiosamskiftistænasta millum jørðstøðir og eina ella fleiri rúmdarstøðir, og kann eisini fevna um samskifti millum rúmdarstøðir har:

  • upplýsingar viðvíkjandi sermerkjum hjá jarðarknøttinum og náttúrufyribrigdum og dáta viðvíkjandi umhvørvi, sum verða savnaðar inn av virknum ella óvirknum sensorum í sjálvum fylgisveinunum;
  • líknandi upplýsingar, sum verða savnaðar inn gjøgnum loftbornar- ella pallar (platforms) á jørðini;
  • slíkar upplýsingar kunnu verða sendar frá jørðstøðum í avvarðandi skipan;
  • virksemið eisini kann fevna um ”platform Interrogation”.

Hendan tænastan kann eisini fevna um feeder links, um tað er neyðugt við atliti til raksturin.

Kringvarpsfylgisveinatænasta:

Ein radiosamskiftistænasta, sum verður send ella endursend frá rúmdarstøðum, og sum er ætlað til beinleiðis móttøku hjá almenninginum.

Kringvarpstænasta:

Ein radiosamskiftistænasta, sum er ætlað til beinleiðis móttøku hjá almenninginum. Henda tænasta kann fevna um radios­endingar, sjónvarpssendingar ella onnur sløg av sendingum.

LMR (Land Mobile) fylgisveinatænasta:

Ein flytilig fylgisveinatænasta, har flytiligu støðirnar eru á landi.

LMR (Land Mobile) tænasta:

Ein flytilig tænasta millum grundarstøðir og LMR-støðir, ella sínámillum samskifti millum LMR-støðir.

Loftferðsluflytiligtænasta:

Flytilig tænasta til samskifti millum loftferðslustøðir og loftfør, ella sínámillum millum loftfør, sum eisini kann brúkast av siglingar- og bjargingarbátatænastum. Neyðradiopeilivitar kunnu brúkast í hesi tænastu við tilhoyrandi neyðfrekvensum.

Loftferðsluflytiligtænasta (OR):

Loftferðslu flytilig tænasta ætlað til samskifti, eisini samskifti sum hevur samband við flogsamskipan, í fyrsta lagi (primert) uttan fyri tjóðskapar- og altjóða sivilar flogleiðir.

Loftferðsluflytiligtænasta (R):

Loftferðsluflytilig tænasta eyðmerkt til samskifti, sum hevur samband við trygdina og reglusemi hjá loftførum. Í fyrsta lagi (primert) í flogleiðum í egnum tjóðskapar- ella í altjóða sivilum flogleiðum.

Loftferðsluradionavigatiónstænasta:

Radionavigatiónstænasta sett av til flogtrygd.

Radionavigatión:

Radiostøðustaðfesting til navigatiónsendamál. Fevnir eisini um ávaringar um ymiskar forðingar (obstruction warnings).

Radionavigatiónsfylgisveinatænasta:

Ein radiostøðustaðfestingarfylgisveinatænasta gjørd til radionavigatiónsendamál.

Radiostjørnufrøði:

Ein radiosamskiftistænasta, sum fyri tað mesta snýr seg um móttøku av radiobylgjum av kosmiskum uppruna.

Radiostøðustaðfesting:

Ein radiostøðustaðfestingarskipan, sum verður brúkt til stað­­festing av eini knattstøðu, skjótleikanum og/ella eyðmerkingin av einum ella øðrum luti/tóli, ella til at fáa upplýsingar sum hava samband við hesi parametur, við hjálp frá útbreiðslueginleikunum hjá radiobylgjum.

Rúmdargranskingartænasta:

Ein radiosamskiftistænasta, har rúmdarfør ella onnur loftborin tól (objekt) verða brúkt til vísindalig ella tøknilig granskingar­endamál.

Rúmdar-tiltak:

(fylgisveina-identifikatión):

Ein radiokommunikatiónstænasta, ið eksklusiv viðvíkur stýring av rúmdarførum, serliga; leiting í rúmdini (space tracking), rumdartelemetri og líknandi.

Siglingarflytiligtænasta:

Ein flytilig tænasta millum strandarstøðir og støðir umborð á skipum og bátum, millum skip sínámillum, ella millum tílíkar innanborða samskiftisstøðir. Bjargingarbátastøðir og neyðradiopeilivitar kunnu vera í hesi tænastu.

Siglingarradionavigatión:

Ein navigatiónstænasta ætlað trygd á sjónum.

Sínámillum fylgisveinatænasta:

Ein radiosamskiftistænasta millum fylgisveinar.

Tænasta viðv. rúmdartiltøkum:

Ein radiosamskiftistænasta, sum er útvald viðvíkjandi leiting í rúmdini (space tracking), rúmdartelemetri og rúmdar telecommand.

Ultra Wide Band (UWB):

Eitt breitt heiti fyri ein serstakan máta at transmitera eitt radiosignal. UWB – radiosendarar transmittera signal við lágari sendiorku í einum sera breiðum frekvensbandi í frekvens­spektrinum. Hetta er øðrvísi frá siðbundnum radiosendarum, sum arbeiða mest við hægri orku sera tætt við valda miðstaðarfrekvensin, bæði fyri ikki at órógva millum ymisk signal, og fyri at gagnnýta frekvensbandið til fulnar.

Vanligt frekvens- og tíðarsignal:

Ein radiosamskiftistænasta til vísindalig, tøknilig og onnur endamál, sum á ávísum frekvensum senda út tíðarsignal, sum eru sera neyv, og sum eru ætlaði til móttøku av almenninginum.

Veðurfrøðilig fylgisveinatænasta:

Ein jørðeygleiðingarfylgisveinatænasta til veðurfrøðilig endamál.

Veðurfrøðilig hjálpartól:

Ein radiosamskiftistænasta, sum verður brúkt til veðurfrøðilig, hydrologiskar granskingar- og eygleiðingarendamál.