Nummarviðurskifti

Viðvíkjandi nummarviðurskiftum er í § 35 í fjarskiftislógini ásett, at Fjarskiftiseftirlitið ger, almannakunnger og fyrisitur eina samlaða føroyska nummarætlan, ið býtir sundur samlaða nummartilfeingið, sum fevnir um nummur, nummarseriur, loynitøl og adressur, ið verða nýttar í sambandi við útboð av fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum. Í nummarætlanini verður nummartilfeingi m.a. lagt av til:

1)   stuttnummur, til eitt nú almennu alarmtænasturnar, nummarupplýsingartænastur og onnur týðandi samfelagslig endamál,

2)   útboð av fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum við serligum takseringsviðurskiftum,

3)   afturhaldan av numrum við tí fyri eyga at nýta tey seinni, m.a. í sambandi við umskipan av nummarætlanini,

4)   útboð av ókeypis numrum, har uppringing fer fram uttan uppringingargjald ella nýtslukostnað fyri endabrúkaran, og til

5)   útboð av numrum, har veitarin, sum ein sameindan part av kostnaðinum fyri uppringing, eisini tekur sær av at skráseta nýtsluna av eini kunningartænastu ella innihaldstænastu, sum liggur aftanfyri, umframt at fakturera og krevja endabrúkaran eftir kostnaðinum.

Fjarskiftiseftirlitið tillutar nummur, nummarseriur, loynitøl og adressur til teirra, ið hava fingið loyvi sambært § 4 til at bjóða út fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastur ella veitingarskyldugar veitingar.

Nummur og elektroniskar adressur mugu ikki takast í nýtslu, fyrr enn Fjarskiftiseftirlitið hevur tillutað hesi.

Veitarar, ið hava fingið tillutað nummur og aftur tilluta hesi nummur til endabrúkarar, skulu veita avrit av sínum nummardátugrunni til ein og hvønn, ið setur fram umbøn um tess. Gjaldið fyri at veita avrit má ikki vera hægri enn útreiðslan av at veita avritið, marginalkostnaðurin."

Yvirlit yvir føroysku nummarætlanini

Føroyska nummarætlanin er teldutøk - her er yvirlit yvir nummør til sertænastur, fastnet, fartelefon og ymiskar serkotur:

Nummarætlan.xls (54 KB)

Undantikið nummarætlanini eru nummarseriurnar 12cd og 19cd (SMS/MMS-stuttnummur - SMS/MMS short codes), ið kunnu brúkast av báðum fartelefoniveitarunum, bæði til yvirtakseraðar tænastur og tænastur, ið kosta vanligan sms-takst.

Ongin formlig reglugerð er fyri hesi nummur, men veitararnir fráboða hvørji nummur eru tikin í brúk, og kunnu hesi síggjast her:

Stuttnummarætlan per oktobur 2012.xls(21 KB)