Gjald til Fjarskiftiseftirlitið
Veitarar, ið hava fingið loyvi, skulu rinda eitt árligt gjald til Fjarskiftiseftirlitið, sbrt. § 63 í fjarskiftislógini. Støddin á gjaldinum verður útroknað í mun til teirra marknaðarpart á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Marknaðarparturin skal roknast við støði í loyvistreytaðu nettosøluni álmanakkaárið frammanundan. Loyvishavar verða tó altíð, sbrt. § 65 í fjarskiftislógini, álagdir eitt minsta gjald á 2.000 kr. árliga.
Sbrt. § 64 í fjarskiftislógini, skulu loyvishavar i seinasta lagi 1. november hvørt ár lata Fjarskiftiseftirlitinum grannskoðaðar upplýsingar um nettosøluni fyri ta undanfarna árið. Oyðublaðið til frágreiðing um nettosøluna til Fjarskiftiseftirlitið kann heintast niður her.
Sí nærri í fjarskiftislógini kapitul 10 viðvíkjandi gjaldi, her.
Fyri nærri vegleiðing um, hvussu nettosølan skal uppgerast, sí her. (Vegleiðingin er á donskum)