Fjarskiftisveitarar

Fjarskiftislógin skilur í millum veitarar og vinnuligir veitarar.

Ein veitari er ein, sum handilsliga bjóðar út fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastu til onnur sambært fjarskiftislógini § 3, stk. 1, nr. 8.

Ein vinnuligur veitari, er ein veitari sum bjóðar út fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastu til onnur, sum meginveiting ella sum sjálvstøðugan part av virkseminum sambært fjarskiftislógini § 3, stk. 1, nr. 9.

Veitarar, ið ikki eru vinnuligir, ella hvørs kervi ella tænastur ikki er alment, kunnu reka fjarskiftisvirksemi uttan at hava loyvi.

Loyvi at virka sum vinnuligur veitari

Sambært § 4 í fjarskiftislógini, eru tað einans vinnuligir fjarskiftisveitarar av almennum fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastum, ið skulu hava loyvi til tess at reka fjarskiftisvirksemi.

Burtursæð frá møguleikanum at áseta ávís formlig viðurskifti í loyvið, er loyvið einans eitt prógv fyri, at ein veitari hevur loyvi til at stovna, reka og bjóða út fjarskiftiskervi og –tænastur.

Vegleiðing um, hvør skal hava loyvi, og um gjaldið fyri loyvi

Vegleiðing um, loyvi til at stovna, reka og bjóða fylgisveina fjarskiftistænastur út í Føroyum

Yvirlit yvir vinnuligar veitarar

Fjarskiftiseftirlitið skal skráseta givin loyvi í eina almenna skrá, sambært § 6, stk. 5 í fjarskiftislógini. Niðanfyri sæst yvirlit yvir teir veitarar, sum hava fingið loyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum, sbrt. § 6, stk. 1 í fjarskiftislógini.

  • P/F Elektron
  • P/F Nema
  • P/F FT Samskifti
  • P/F Net
  • P/F Shefa
  • P/F Televarpið
  • P/F Teletænastan
  • P/F Vikmar
  • Sp/f R2 Net
  • Sp/f 01.01.2014
  • Sp/f Suðurnet
  • Sp/f Opus
  • Farice ehf
  • Glotti Fa.
  • Lindin

Umsókn um loyvi

Umsóknir um loyvi skulu sendast til Fjarskiftiseftirlitið. Møguleiki er at heinta niður oyðublað her, og fylla tað út í sambandi við, at søkt verður um loyvi.